HEIM
28.02.2007

Vevmyndatól

Runavíkar Kommuna hevur eina tíð havt 3 vevmyndatól standandi, sum dagføra myndirnar hvørt minutt. Myndirnar hava verið (og eru) at síggja á www.portal.fo, har tær kunnu veljast undir heitinum Runavík, Skálafjørðurin og Heiðarnar.

Nú eru hesar myndir eisini lagdar á okkara egnu heimasíðu. Um klikt verður á myndina til høgru sæst hon størri og møguleiki er eisini at velja hinar báðar.

Vindmátarin hevur verið óvirkin eina tíð orsakað av skaða, men er nú um at vera klárur aftur. Væntandi síggjast vindmátingar aftur her á síðuni í næstu viku.