HEIM
16.09.2019

Vertikalur vøkstur

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt, í samband við, at Ítróttafelagið Svanur gjørdist 10 ár:

Vit verða borin inn í hendan heim við teimum førleikum okkum eru ætlaðir. Hesir eru grundarlagið hjá okkum øllum, men verða teir ikki brúktir, kann alt gera tað sama, tí hava vit øll skyldu til at fremja verk samsvarandi tí, sum okkum varð givið í vøggugávu. Ongin okkara er líkur einum øðrum, tíbetur, kortini eru vit øll skapt í Guðs bílæti, og júst fjølbrigdið, frá einstaklingi til einstakling, ger eitt samfelag áhugavert at liva og virka í. Gávurnar eru ymiskar, sum givnar vóru okkum úr móðurlívi - onkur er hendingur á einum øki og dølgur á øðrum økjum - tað sveiggjar sum pendulið, hendan- og handanvegin, men leggja vit allar tær góðu talentirnar saman, hjá øllum, man tað samanumtikið fara at spyrjast væl burturúr. M.a. eitt vælferðarsamfelag, sum hevur megina at minka somikið um meskarnar, at ongin dettur niður ígjøgnum teir.

Í sanginum - Tað er frílynt, tað fólkið í Noreg - yrkir Mikkjal á Ryggi: „Ja, í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl.“ Tíðirnar broytast áhaldandi og seinri helmingurin av endurgevingini – í frið helt hann ítrótt og spæl – er vorðin ein alt størri partur av lívinum hjá okkum øllum. Tøkniligir hentleikar og styttri arbeiðsdagar hava eisini økt um tørvin fyri aðrari rørslu enn henni úr kropsligum arbeiði. Úr hesum tók m.a. ítróttin rættiliga dik á seg. Tíbetur snýr tað seg um ein vertikalan einvegis vøkstur – úr fólkahavinum og uppeftir. Hetta ber gróðurin, og ger konsekvent av hvørjum høpi lív verður lagað. Samfelagið – t.d. ein kommuna – er sjálvandi ein partur av hesum. Kortini má tað ongantíð koma hartil, at eitt tilvildarligt býráð skal taka avgerðir um hvørji ítróttartilboðini skulu vera, og heldur ikki er tað ein kommunal uppgáva at leggja seg út í staklutir í feløgunum, sum áhugaðir samfelagsborgarar hava tikið stig til at stovna.

Samfelagið – kommunan – skal skipa karmarnar. Onki annað. Tað kunnu vera ymiskar hugsanir um politiskar skipanir og politikarar, eisini um teir mongu, sum hava verið valdir til at hava ræði á raðfestingunum í Runavíkar kommunu í meiri enn eina hálva øld, men eg haldi meg ikki taka munnin ov fullan, táið eg sigi, at raðfestingin á ítróttarøkinum hevur verið á heilt góðari leið. Bæði á Skála og her í Runavíkini teljast vit millum teirra, ið liggja væl fyri, fyri ikki at siga í broddi fylkingar, táið tað snýr seg um vælvirkandi karmar. Táið svimjihøllin kemur, væntandi og vónandi um 3 ár, tá liggja vit ómetaliga væl fyri í svinginum, - har tað ber til at trívast við eini sunnari sál í einum sunnum likami. Av sonnum er her menning og nørandi gróður.

Tað legst til við ítróttarfeløgum í kommununi. Greinarnar fjølgast. Summar eldri – aðrar yngri. Fyri 10 árum síðani hevði eitt bjart hugskot tað við sær, at felagið Svanur varð stovnað. Ítróttarfelag teirra brekaðu í Eysturoynni. Ein greið ábending um broytt huglag ímillum fólk, um hvønn annan, og ein skilagóð andvekt til stigmatiseringina, sum nakað hevði verið av frammanundan – meiri og minni. Hugskotið var ikki ókent í Norðurlondum, har tær fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 50´árunum í farnu øld og nakað fyrr í Bretlandi og onkustaðni á europeiska meginlandinum.

Svanur gjørdist eitt søguligt felag, hóast ÍSB – Ítróttarsamband teirra brekaðu – longu varð stovnað í 1980. Svanur gjørdist fyrsta stakfelag, sum limaði seg inn í ÍSB, meginskjólið fyri hendan partin av ítróttini í Føroyum.

Limirnir, tey íðkandi og ikki minst tit, ið hava mannað garðin kring felagið, hildið honum í skipanarliga nóg høgum standi, hava gjørt dygdarverk. Eitt felag livir ikki av hugskotinum um at stovna felagið. Tað yvirlivir av dyggari skipan, entusiasmu, viljanum til verk og einum greiðum endamáli. Gerst eitt felag 10 ára gamalt – og tað framvegis er í menning – so eru hesar treytirnar gingnar á møti, og søgan hjá Svani prógvar, at hesir lutir hava vent hin rætta vegin, hóast onkrir snávingarsteinar ivaleyst hava verið á leiðini. Hevur man eitt mál, og stevnan verður hildin, so nærkast man um ikki annað málinum. Er ongin kós, verður undanvindur á øllum ættum, og felagið melur bert í klingur.

Endamálið við Svani er fáa brekað í Eysturoynni at íðka ítrótt, soleiðis, at hesi á tann hátt kunnu fáa gagn av kropsligari venjing og sosialari samveru. Nú beri eg kenslu á fleiri av íðkarunum, onkran kenni eg heilt væl, tí veit eg hvussu stóran týdning Svanur hevur havt fyri íðkararnar og samfelagið her um leiðir. Mikið gagn, stórar upplivingar og nógv gleði. Tað grør um gangandi føtur felagsins, og í dag eru á leið hundrað fólk í limaskaranum.

Hóast Svanur er eitt oyggjafelag, valdi felagið at staðseta seg í Runavíkar kommunu. Harvið hevur virksemið tess verið sjónskari í okkara øki enn aðrar staðir, og tað hevur verið til gagns fyri okkum. Tess meiri fjøltáttað eitt samfelag – eisini eitt lokalsamfelag – er, tað áhugaverdari er tað at búleikast í. Soleiðis er tað eisini serstakliga lívgevandi at hitta íðkararnar í Svani í gerandisdegnum - á gongubreytini, undir onkrum húsaveggi ella á Facebook. Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og tað verða ongantíð nógmikið av positivum originalum í samfelagnum, sum hvør í sær lyftur samfelagshøpið longur og longur fram á leið.

Við hesum fáu orðum fari eg fyri Runavíkar kommunu at ynskja ítróttarfelagnum Svani hjartaliga til lukku við 10 ára degnum, og, samstundis sum eg vegna kommununa eisini skal takka fyri tað góða samskiftið, sum altíð hevur verið ímillum partarnar, skal fráboðast, at 10´árahátíðardagurin hjá Svani hervið er settur.

Bestu eyðnu ynski eg tykkum og Svani í ókomnum døgum, vikum og árum.