HEIM
01.03.2013

Verkætlanin “Camping in the Rocks” vann Skúla FM

Verkætlanin "Camping in the Rocks" vann Skúla FM í íverksetan í Norðurlandahúsinum í dag.

Í stuttum var hugskotið handan verkætlanina at gera eitt kampingpláss í einum grótbroti í Haldarsvík. Næmingarnir greiddu frá hugskotinum, byggiætlanini og tekningum, og høvdu sett eina nágreiniliga fíggjarætlan upp fyri verkætlanina

Í vinnandi bólkinum vóru teir tríggir íverksetararnir Eliesar Eið av Hellunum, Pætur Egholm Jacobsen av Glyvrum og Áshild Jónsveinsdóttir av Toftum.

Eliesar, sum var stjóri og stovnari, Pætur, sum var grafikari og roknskaparleiðari, og Áshild, sum var aktivitetsleiðari, hava starvast við verkætlanini síðan seinaste heyst.

Tey hava havt íverksetan á breyt í 10. flokssamstarvinum millum Tofta Skúla og Runavíkar Kommunuskúla.

Ásbjørn Berthelsen, lærari, hevur verið vegleiðari hjá bólkinum.

Eftir sigurin í Norðurlendahúsinum legði bólkurin at landi hjá Sunda Kommunu og kom síðani út í Skúlan við Løkin, har hinir 10. floksnæmingarnir, sum í løtuni fyrireika sjónleikin Kúlla Knút í Løkshøll, fagnaðu Eliesari, Pæturi og Áshild. Eisini vóru foreldur og familja møtt at fagna vinnarunum.

Skúlastjórin, Durita Joensen, varaskúlastjorin, Ingvard Lamhauge, og mentanarleiðarin hjá Runavíkar Kommunu, Sølvi R. Hansen, bóru fram heilsanir, og síðani vórðu blómutyssi handaði til næmingarnar og vegleiðara teirra.