HEIM
15.12.2017

Verjugrót á Bakka

Nú verður farið undir at leggja verjugrót um útfyllingina undir laksaverksmiðjuni hjá Bakkafrost á Glyvrum. Hetta er ein partur av samlaðu verkætlanini, og miðvikudagin skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, fyri Runavíkar kommunu, og Svend Lamhauge, fyri RTS Contractors, Fjøruvegur 7, FO-620 Runavík, undir sáttmála um gerð av arbeiðnum. Arbeiðið byrjar alt fyri eitt og verður liðugt, táið nakað er komið inn í næsta árið.