HEIM
04.03.2017

Veni, vidi, vici!

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt við móttøkuna av skipinum Martini á Bakkafrost

Tað ræður um at seta eina kós, hetta er galdandi á øllum mótum og í øllum lívsins viðurskiftum. Eisini í vinnu og politikki. Heilt víst er alternativið undir øllum umstøðum, at hann ið onga kós hevur, - hann fær ikki undanvind á nakrari ætt. Dagurin í dag er enn einaferð dømi um, at fyritøkan Bakkafrost, hvørs uppruni, jørðildi og meginstøð eru her á Bakka á Glyvrum, hevur verið stjórnað av monnum, ið dugdu at seta kós eftir umstøðunum. Gamaní hevur tað sum hjá so mongum øðrum verið krappsjógvað onkuntíð, runnið um æsingarnar, men vit høvdu ikki verið komin saman her í dag, um undanvindurin ikki hevði vunnið á mótvindinum, og nú siglir skyldmaðurin Regin, saman við øllum partaeigarunum, við nógvari ferð – honum, teimum, kommununi og landinum til mikið gagns. Bakkafrost varð stovnað í 1968, men vinnukultururin niðri á Bakka er væl eldri tað, og stjórin, sum er vælløddur í so máta, úr hinari slektini eisini, er eitt produkt av menniskjansligum træðrum, sum ynsktu at skapa nakað fyri land og fólk. Teirra egni lutur hevur ongantíð ligið eftir.

Tað var Churchill sum segði: ”A pessimist sees the difficulty in every opportunity; an optimist sees the opportunity in every difficulty." Optimisma skínur av íløgunum, sum Bakkafrost leggur niður ymsar staðir í landinum í hesum døgum, direktørurin er ikki bangin av sær, hann rystir ikki á hondunum, og nú Kina er vorðið ein stórur marknaður, kann tað vera, at hann hevur hoyrt kinverska orðatakið: ”Bíðar ein ov leingi við at taka næsta fetið, er vandi fyri, at man livir á einum beini, tað ið eftir er av lívinum.”

Teir tríggir brøðurnir, ið stovnaðu felagið, fóru alt ov ungir. Hendinga menn allir, tí er hetta ein virðiligur máti - at geva teimum lív aftur í siglandi eindunum hjá felagnum. Eg var so heppin at starvast saman við teimum øllum í ungum árum. Hetta vóru ikki menn, sum bara forskansaðu seg handan slips, skrivaraborð og pappírsdungar, heldur ketildraktskapitalistar, sagt í eini positivari snaring, - sum vóru á gólvinum saman við fólkinum. Teir vóru í eygnahædd við arbeiðsfólkið. Stóri sosiali intelligensurin gjørdi eisini, at hetta var eitt so óvanliga lagaligt og gott arbeiðspláss at virka í. Mær fall ofta í lut at vera í sjakki við pápabeiggja teirra, Klæminti á Bakka, tiltikin kempa, hann var ein eldri harri tá, men megin var øgilig, og hann eigur nógv partabrøv í mínum mentala og kulturella førningi. Bara tað at standa við sveittabroti í oljudansi og handfara sildatunnur, ella at hóva tungu kurvarnar upp á borðini, meðan hann helt fyrilestur um griksku mytologiina, tað var balsam fyri eina forvitna sál og sjónarringurin víðkaðist.

Martin á Bakka kendi eg frá smádreingi, hann var nakað eldri enn eg, men aldursmunurin gjørdi ikki so stóran mun tá á døgum. Bygdin var lítil og talið av dreingjum hareftir. Minnist ein ”speidara-túr” vit, nakrir glyvradreingir, gjørdu eitt vikuskifti í sekstiárunum yvir á Glyvradal. Vit logeraðu í seyðahúsinum hjá skyldmanninum Rasmusi. Martin var við, hugsi hann hevði leiðsluna í ferðalagnum. Gloymi ongantíð táið hesin fatti unglingin fór niður í ryggsekkin eftir insulinsproytuni, niðurbræðingin var longu byrjað, men humørinum bagdi onki, hann valdi at liva eitt positivt og virkið lív við diabetisgestinum í kroppinum, og soleingi hann hevði tamarhald á hóttandi lagsbróðrinum, fekk hann framt meiri enn tey flestu. Tey seinastu árini sást hvønn vegin lagnan ætlaði at fara, og lívstráðurin varð brádliga kvettur á hesum klóka, hugdjarva, virkna og fittliga manni.

Hann var farin í útlond at nema sær kunnleika seinastu ferðirnar eg arbeiddi á Bakka, men sumrarnar tók hann eina hond í, táið hann var heima staddur í summarfrí. Hann var á mangan hátt øðrvísi samanskrúvaður enn skilagóðu brøður hansara. Hann var væl yngri og í tí ættarliðnum, sum rendi seg frontalt inn í ungdómsbyltingina, ið fór um allan heimin seinast í seksti og fyrst í sjeytiárunum. Hann gekk í Hoydølum, táið næmingarnir leikaði í sum mest har suðuri, táið skúlin í vakra dalinum líktist meiri at kalla eini Parísarakommunu, og hóast hann helst ikki hevur verið hin ídnasti á barrikadunum, so hevur hendan tíðin gjørt honum og øllum øðrum um tað mundið mun onkursvegna. Maðurin var reflekterandi, høvdið var opið og hann gjørdi ikki niðurstøður fyrrenn hann hevði vent málunum nakrar ferðir. Slotandi bíðaði hann eftir einum møguligum nýggjum sjónarhorni, sum kundi gera heildarmyndina snøggari og rúmari.

Martin var visionerur maður. Á vinnuliga mótinum minnast vit hann sum ein av teimum, ið stríddist ímóti rúgvumentalitetinum. Góðsking og virðisøking vóru málini, og hann miðaði høgt. Tað ráddi um at profittmaksimera, optimalt, tað er har stóri vinningurin liggur í einum avmarkaðum rávørumarknaði. Hans helt einaferð fyri, er mær sagt, at Regin hevði evnini at gerast leiðari í heimsflokki, tað hevur hann longu prógvað, men tað er sanniliga komið honum til góðar, at hann hevur sitið við Gamaliels føtur hjá ættarliðnum, ið er farið undan honum, - eitt nú honum sum hetta nýkomna skipið er uppkallað eftir.

Minnist ein av døgunum vit báðir Martin spjallaðu saman, hetta var einu ferðina, hann var heima í summarfrí í lestrarárunum, at vit løgdu á politiska bógvin. Hann tóktist ikki fastlæstur, var ikki bangin fyri øðrum rákum enn júst teimum, hann var kjølfestur í frá barnaárum. Brúkti frælsa tankan til at gjøtla fram til miðis, eisini á tí økinum. Okkara felags fascinatión hendan dagin var Olof Palme, helst fremsti statsmaður í Norðanlondum nakrantíð. Hann segði mær ongantíð, hvar hann var staddur á hugsjónaðarliga mótinum, tað var líkasum ikki stílurin, vinnan lá fremri í raðfesting, men hetta prátið kundi verið ein fyrivarningur um, at hann eisini tosaði um politikk við onkran annan, sum hevði meiri skil á slíkum enn eg.

Seinri hittust vit aftur, - júst í politiskum høpi. Kona hansara Katrin og eg sótu í mong ár saman á Føroya Løgtingi. Samd um okkurt – ósamd um mangt. Men vinarlagið var og er gott, og referansuramman uttanfyri politiska høpið, í roykirúminum og í korridorunum á Vaglinum, var ofta vinnan og fjølskyldan hjá Martini inni á Glyvrum. Tað skein av henni, at hetta var eitt hjúnalag í fagrasta samljóði, eitt par, har annað gjørdi hinum mun, eisini í huganarstimbran. Tað fastari mundi tað taka Katrini, at hon misti mannin og vit skyldmannin alt ov tíðliga. Men minnini eiga vit, og ein partur av teimum liggur nú við bryggjuna her á Glyvrum.

Vit eru fleiri sum minnast tíðina frá seinast í sjeytiárunum fram til gigantisku kreppuna í 1992, hetta var tíðin táið føroyskir politikarar royndu seg sum vinnulívsmenn, og lótu fólkið gjalda fyri eina vinnuskipan, sum lítið og onki høpi var í. Nú er øðrvísi, og helst er tað onkur, sum fær ilt í afturpartin av øllum tølunum á plusssíðuni í stóru fyritøkunum, men kapitalur er sum benzin á einum flutningsfari, er hann ikki til, steðgar alt upp, og alternativið er at fara aftur til subsidieringsvitloysi fyri kreppuna miklu.

Lúsin er ein natúrlig plága, sum hongur uppi við alingini, og hevur eitt alifelag ikki peningaligu orkuna at basa henni ella rættari at temja hana, kemur hóttafall á. Við íløgunum í Martin og Róland fer hetta væntandi at eydnast, og tá kann Regin siga tað sama sum Winston Churchill, eftir at teir sameindu høvdu vunnið slagið við El Alamein: ”Hetta er ikki endin. Ikki so frægt at hetta er byrjanin til endan, men kanska er hetta endin á byrjanini.”

Í einum brævi sum William Heinesen skrivar systkinabarninum Jørgen Frantz Jacobsen í 1937, sigur hann seg hava fest sær í eina ”glibrianska cigar”, meðan hann skrivar kropsliga veingjaskerda og bróstsjúka vinmanninum brævið. Aftur ein gávaður maður í fjølskylduni, sum átti at fingið rúmari tíð á foldum til at fremja stór verk. Martin og Jørgen Frantz vóru slektaðir fjórði og triðji, og hann var javnan á Glyvrum og ferðaðist sum yngri, og tað eru tey sum halda, at hetta sæst aftur í stóru skaldsøguni ”Barbara”. Helst hevur hann fingið ein cigarkassa úr handlinum á Bakka suður til Havnar við sær aftur, og givið Williami hann í vinavold.

Tað er øll orsøk at ganga við høgari cigarføring á Glyvrum ídag. Hetta er ein stórur dagur, og vegna borgararnar í Runavíkar kommunu fari eg at ynskja Martini og manningini vælkomnum, og tykkum sum varða av skipinum mesta hepni og Guðs ríku signing við verkinum í døgunum sum koma. Undanvindi er nógmikið av í Føroyum í dag, men harfyri mega vit ikki gloyma bíbilsku skiftini við sjey góðum og ringum árum. Hetta er galdandi fyri vinnu sum politikk. Tað er tá, at iljarnar skiftandi skulu vera búnar til at traðka á bremsuna og spitaran alt eftir umstøðunum, um farmurin ikki skal forskjóta seg í lastini.

Alt bendir kortini á, at leiðslan á Bakkafrost hevur trygt tamarhald á støðuni og enn einaferð kann Regin, skyldmaðurin úr báðum leggum, siga sum Julius Cæsar, táið hann tók býin Zile í Lítlu Asiu, sum frammanundan hevði krøkt seg úr Rómverjaríkinum: ”Veni, vidi, vici.” ”Eg kom, eg sá, eg sigraði.”

Hjartaliga til lukku við Martini.