HEIM
20.10.2011

Veljarafundur í Eysturoynni

Hóskvøldið kl. 19.00 skipa valfeløgini í Eysturoynni fyri felags politiskum veljarafundi í Kelduni í Skálafirði, har allir flokkar verða umboðaðir.

Byrjað verður við einum framløguumfari, har hvør flokkur fær tríggjar minuttir til sína framløgu, og síðani eru tveir minuttir settir av til orðaskifti millum flokkarnar.

Tvey evnir verða síðan viðgjørd. Tað fyrra er um vinnu, og tað seinna er um vælferð. Her verður høvi hjá áhoyrarum at seta spurningar til flokkarnar eftir framløgu teirra.

Tíð verður síðan sett av til almennar spurningar frá salinum, har hvør flokkur fær tveir minuttir at svara.

Fundurin endar við einum stuttum umfari, har hvør flokkur fær høvi at taka samanum.

Samanlagt eru 15 min. avsettir til hvønn flokkin, soleiðis at fundurin fer at taka umleið tveir tímar.

Fundarstjóri verður Regin Jacobsen.

Eftir fundin verður høvi at fáa ein kaffimunn og eitt politiskt prát.

Viðmerkjast skal, at fundurin kann síggjast og hoyrast umvegis internetið á www.faroemedia.com/val2011, og spurningar kunnu eisini setast valevnunum umvegis internetið.