HEIM
11.09.2015

VEITSLA Í LØKSHØLL, sjónleikur

Hesar seinastu dagarnar hevur ein sjónleikarabólkur hildið til í Løkshøll. Í bólkinum eru fleiri av føroya bestu og kendastu sjónleikarum, umframt aðrir norðurlendingar. Tey hava vant og fyrireikað sjónleikin Veitslan, sum er handrit eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukov. Hetta er sama handrit, sum vit kenna sum danska filmin Festen. Leikurin er tó tillagaður til føroysk viðurskifti. Hetta er samstundis størsta sjónleikauppseting av fríyrkisfólki, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.
 
Hóast sjónleikir fyrr eru spældir í Løkshøll, so er tað sjálvsamt at ein bólkur við so royndum leikarum hevur valt at hava venjingar og halda til í dagavís í Løkshøll. Leikararnir, leikstjórin og onnur, sum hava við leikin at gera, eru sera væl nøgd við umstøðurnar, og hetta gleðast vit um. Somuleiðis fegnast Runavíkar kommuna um at sjónleikarabólkurin venur og fer at spæla sjónleikin her hjá okkum.
 
Nú er bert at vóna at borgararnir taka væl undir, og nýta høvið at uppliva sjónleik á hægsta støði her í okkara nærumhvørvi.
 
Til ber at keypa atgongumerkir til sýningarnar:
leygardagin 12. sept. kl 19.30 – frumframførslan!
sunnudagin 13. sept. kl 19.30
týsdagin 15. sept. kl 19.30
mikudagin 16. sept. kl 19.30.

Keyp atgongumerkir á www.loksholl.fo ella á Kunningarstovuni