HEIM
24.06.2019

Vegurin til Elduvíkar

Soleiðis skrivar nordlysid.fo í morgun.

Ábøtur á vegin verða gjørdar hesa vikuna og asfalteringin fer í gongd í viku 27, sigur Eydna Sandberg Mikkelsen, Verkfrøðingur á Landsverk við Norðlýsið

Á myndini sæst eitt strekki av vegnum til Elduvíkar og eisini Bogi Haraldson, rakstrarleiðari fyri infrakervi hjá Landsverki. Hann segði í Dagur og Viku í mai 2018, at játtanin hjá Landsverki til asfalt er sera lítil, og tí noyðist stovnurin at raðfesta vegir við nógvari ferðslu, framum vegir við lítið av ferðslu. Hetta gongur sjálvsagt út yvir smáplássini, t.d Elduvík.

Men nú siga tey í Landsverki frá, at vegurin verður asfalteraður í komandi viku, meðan ábøtur verða gjørdar hesa vikuna.

Ábøtur á vegin verða gjørdar hesa vikuna og asfalteringin fer í gongd í viku 27, sigur Eydna Sandberg Mikkelsen, Verkfrøðingur á Landsverk við Norðlýsið.

Norðlýsið skrivaði í fjør ein leiðara um landafrøðiliga stættarmunin, har smápláss eru við skerdan lut, og kann hann lesast niðanfyri:

https://nordlysid.fo/tidindi/21559/landafrodiligi-staettarmunurin-i-foroyum