HEIM
14.11.2013

Vegurin omanfyri Skálafjørð – ein neyðug íløga

Fyri nøkrum árum síðani var farið í holt við at gera nýggjan veg av Strondum og heilt inn í Skálafjørð – omanfyri Skála bygd og ætlandi omanfyri Skálafjørð við íbinding í Fjarðaveg, norðanvert Effostøðina.
Vegakervið uttan av Strondum, gjøgnum Skála bygd og víðari gjøgnum Skálafjørð er ikki gjørt til ta ferðslu, sum nú einaferð er í dag og enn minni til ta ferðslu, sum fer at koma í komandi tíð. Hetta hava løgtingslimir ásannað, tá avgerð var tikin at gera nýggjan veg oman fyri tað bygd økið, og tað fegnast vit øll um. Tí er tað ikki at skilja, at nú frættist, at arbeitt verður við at steðga hesi ætlan, nú seinasta strekkið restar í. At lata Skálafjørð liggja eftir við allari ferðsluni gjøgnum bygdina er ikki rætt. Ferðslutrygdin er sera vánalig, tað vita øll, sum hava koyrt har. Fólk hava verið tolin, tí útlit hava verið fyri, at vegurin skjótt verður lagdur út um bygdina.
At øll ferðslan í dag verður leidd gjøgnum Skálafjørð ger, at hetta strekkið er ein ferðsluligur fløskurhálsum, og ímynda vit okkum økt virksemi á vestara armi á Skálafjørðinum, so kemur Skálafjørður at gerast ferðsluligur fløskuhálsur í ólukkumát og tí darva vinnuligu menningini.
Hetta má ikki henda, og tí eiga vit at gera alt fyri at vera frammanfyri menningina, tí at vinnuliga virksemið fer at økjast á vestara armi í framtíðin, ja tað ivist eg ikki í.
Eg fari tí at heita á tingfólk at finna eina skilagóða loysn á hesum máli, soleiðis at upprunaliga ætlanin verður til veruleika. Henda loysn má bera við sær, at arbeiðið verður gjørt skjótt, og er viljin til staðar, so ber tað væl til.

Magnus Rasmussen
borgarstjóri
Runavíkar kommuna