HEIM
19.05.2008

Vegaskelti komin upp á Skála og í Skálafirði

Tað er nú nakað av tíð fráliðin, síðan bygdirnar í Runavíkar kommunu hava fingið gøtunøvn, og arbeitt hevur verið við at fáa sett skelti upp. Øll hús hava eisini fingið veganummar. Tað áliggur húsaeigarum at seta nummarspjaldur á húsini, og tað er gjørt hjá teimum allarflestu.

Runavíkar kommuna er nú liðug at seta upp skelti í bygdunum Skála og í Skálafirði, har nøvnini eru hesi:

Á Skála:
1) Bryggjan
2) Dalabøur
3) Fagralíð
4) Gamlivegur
5) Gerðisbrekka
6) Gerðisgøta
7) Hórheiðar
8) Kumláarbrekka
9) Lítlagøta
10) Møttisgil
11) Skákið
12) Skálafjarðarvegur
13) Skálavegur
14) Stórhúsvegur
15) Sýnávegur
16) undir Mýrahjalla
17) Úti á Fløtum

Í Skálafirði:
1) Dvørgasteinsvegur
2) Fjarðarvegur
3) Gerðavegur
4) Hálsabrekka
5) Jensgøta
6) Mariusargøta
7) Millum Fjarða
8) Mýrisnípuvegur
9) Mýruvegur
10) Skálafjarðarvegur