HEIM
15.12.2017

Vatnverk í Æðuvík

Reist er í Æðuvík ídag. Nýtt vatnverk verður bygt í bygdini, og í dag veittraði Merkið yvir húsinum, har sum reinsiverkið skal vera. Vatnverkið er á fíggjarætlanini í ár og næsta ár, og væntandi verður tað liðugt í fyrra helmingi av 2018.

Jack Mohr úr Saltangará stendur fyri byggingini, og vatnmeistarin Hermann á Líknargøtu sigur, at teir nú bíða eftir tilboðum uppá sjálvt reinsiverkið. Og hann leggur afturat, at ætlanin eisini er at tvífalda goymsluna við einum brunni afturat.

Bygdin hevur brúkt óreinsað kelduvatn, og um sumrarnar hevur tað verið ið so knípið við vatni. Hetta verður loyst við at vaksa um tøkuna og goymsluna. Hartil hevur nýggja reinsiverkið tað við sær, at allar heilsufrøðiligar treytir um dygd og góðsku verða fylgdar. Eisini verður tøknin løgd talgild inn í skipanina hjá Vatnverkinum, sum stútt og støðugt kann fylgja gongdini á hesum og øðrum verkum í kommununi.

Upprunaliga var ætlanin at fremja somu loysn fyri Æðuvíkina sum fyri Rituvíkina, at leggja vatnið úr Lamba, úr Toftavatni og av Skála yvir hagar, men núverandi loysnin varð vald, tí at økslin um Agnið er hægri enn reinsiverkið í Saltangará. Tað er ikki trupulleikin við Rituvíkshálsi. Við hesi lokalu loysnini í Æðuvík slepst harvið undan kostnaðinum at pumpa vatnið yvir til bygdina.