HEIM
23.10.2016

Varðar á leiðini

Urd Johannesen helt setanarrøðu á mentanarvikuni Skýming 2016

Fyrst av øllum ynski eg at takka fyri álitið at sleppa at seta Mentanarvikuna í Runavíkar Kommunu, tað er ein heiður fyri meg og tað er hugaligt at verða boðin aftur á slóðina.

Henda mentanarvikan er hin 12. í røðini og hon er mær vitandi tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Sostatt hevur Runavíkar Kommuna slóðað fyri og sett hol á eitt rák, sum í dag ger, at vit hava mentanarvikur á nærum hvørjum tanga. Men tað, sum kanska myndar hesa Mentanarvikuna í mun til aðrar er, at her verður lagt upp í hendurnar á øllum borgarum; einstaklingum og feløgum at lata inn uppskot til tiltøk, og so er tað uppgávan at samskipa tiltøkini, staðseta tey í ymisk hølir og syrgja fyri, at alt ikki hendir um somu tíð. Tú kanst siga, at kommunan letur formin, í stóran mun sera flottar formar, men at tað eru borgararnir, sum koma við tilfarinum, skapa og baka hesa mentanarkøkuna til okkum onnur at njóta. Um hetta er tann rætti formurin lati eg standa ósvarað.

Aftanfyri allan frambur innan vinnulív, ídnað, og samfelagsvirksemi sum heild, standa einstakir persónar, sum tóku initiativ, sum tordu at stinga nøsina fram, sum vildu gera mun. Og er hetta ikki eisini galdandi fyri framburðin á mentanarøkinum? Einasti munurin er kanska tey heitini, sum vit festa á hesar persónar. Á mentanarøkinum verða tey kallað eldsálir.

Tað eru eldsálirnar, sum brenna fyri einari listagrein ella ítróttargrein.
Tað eru eldsálirnar, ið fáa tey góðu hugskotini.
Tað eru eldsálirnar, ið skapa neyðugu karmarnar til listafólk og onnur at virka í.
Tað eru eldsálirnar, ið sjálvbodnar fara upp við hønunum at skipa fyri onkrum.
Tað eru eldsálirnar, ið sløkkja og læsa, tá ið øll onnur eru farin heim.
Tað eru eldsálirnar, ið skapa tær sunnu og mennandi sosialu relatiónirnar, sum gagna okkum alt lívið.

Eg eri fødd og uppvaksin inni á Glyvrum. Her búði eg inntil eg flutti niður at lesa sum 20 ára gomul. Hesi 20 árini var eg so heppin at hitta fleiri eldsálir, sum høvdu stóra ávirkan á mítt lív og mína vælveru, bæði tað sálarligu, kroppsligu og sosialu vælveruna. Vit vita, at tað eru okkara barna- og ungdómsár, sum forma okkum sum menniskju, og alt tað, sum vit læra, luttaka í, skapa og uppliva, bera vit við okkum alt lívið.

Tá ið eg hugsi um mín uppvøkstur her á staðnum, hugsi eg við eyðmýkt og gleði aftur á fjørðuna, gjónna, brúnna, ánna, hagan og plenuna. Innan fyri ein radius á einar 500 metrar hevði eg eitt vakurt uttandura univers - og eg kendi meg sum ein fríðan fugl. Á hesum lítla matriklinum hevði eg sjálvandi nøkur týdningarmikil akker, familjuna, sum gjørdi alt innan fyri bøgarðin tryggt og friðsælt.

Føroyar í 70unum og fyrst í 80unum vóru nógv meira avbyrgdar fyri altjóða rákum og íblástri enn tær eru í dag, og tað skuldi vísa seg, at størsta vindeygað út í verðina hjá mær var í einum húsum á Glyvrum - í gamla verkstaðnum hjá abba. Higar fluttu Greta og Andrias Lava Olsen fyrst í 1970unum, tá ið eg var lítil smágenta. Tey fluttu inn á mítt lítla matrikkul og við teimum gjørdist verðin størri - eg sá smalfilmar frá teirra ferðum í fjarskotnum londum og fekk eitt tilvit um øll tey spennandi londini og mentanirnar, sum eisini eg kundi ferðast til. Hjá teimum hevði eg atgongd til alskyns mentanarvirksemi, og tekniseriur; alt frá Tintin, Asterix og til Prins Valiant, kanska hesir løgdu lunnar undir mínar mannfólkafyrimyndir...hvør veit 🙂 ? Vit børn høvdu óavmarkaða atgongd til at nøkta okkara forvitni. Greta og Andrias sáaðu nakrar spírar, sum vaksa í mær enn.

Har vóru fleiri aðrar eldsálir, sum gjørdust varðar á míni leið. Eg dugi illa at ímynda mær mína skúlagongd uttan kæra flokkslæraran Jákup Egholm, sum hevði heilt serstøk evnir at møta okkum næmingum í eygnahædd. Og hvussu hevði mín tíð í Støkk verið uttan Jóhannu og Kaj Åga Troest, sum hava staðið fyri áralongu menningini av fimleikinum her á staðnum. Og uttan ágrýtna Arna Ludvíg so var eingin hondbóltur fyri meg, og kanska vit gentur á Tjaldrinum ikki kláraðu okkum líka væl, um ikki Otto Hansen legði okkum lag á. Eg hevði ikki fingið slíkan alsk fyri kórsangi, um ikki Símun Nónklett og Jóhan Mortensen høvdu verið her júst tá. Og eg veit, at mítt lív hevði verið mentanarliga fátakari, um ikki eg gekk til føroyskan dans í Losjuni, sá filmar og dansaði í Glyvrabio ella hitti javnaldrar og hugdi eftir MTV í Stokkastovuni. Fyri tykkum onnur, sum sita her í dag eru uttan iva aðrir persónar, sum eg ikki havi nevnt, men sum høvdu eins stóran týdning fyri tykkum, sum hesi høvdu fyri meg.

Felags fyri allar persónarnar, eg nevndi er, at tey brendu fyri nøkrum, tey høvdu visjónir, tey løgdu nógvar sjálvbodnar tímar í arbeiðið, og tey sáaðu fyri at vit kundu spíra. Og nú vit eru í plantufrøðiligum myndamáli, havi eg eisini hug at siga, at mest einfalda og beinrakna allýsingin av mentan er grikski týdningurin av orðinum, sum kemur av colere og merkir: at velta. Og øll vita jú, at fyri at velta, má ein sáa. Næstan allir hesir persónarnir hava eisini nakað annað í felag: teir eru tilflytarar - eru flutt higar í kommununa úr øðrum bygdum, býum, ja londum. Og júst tað, at Runavíkar kommuna - ella í øllum føri hesin parturin, sum vit sita í í dag, er ein av teim yngru niðursetubygdunum og ein sokallað tilflytarabygd skapar eisini ein serligan dynamikk, tí tey, sum flyta til staðið koma við nýggjum hugskotum og loysnum. Tey fáa eyga á onkran tørv, sum fólk á staðnum kanska yvirsíggja.

Ofta hava vit menniskju lyndi til at halda fast í tí gamla, og halda fast í tí myndini, sum vit minnast frá fyrr. Soleiðis hevði eg tað sjálv, tá ið eg á fyrsta sinni koyrdi framvið vegnum, har henda herliga trýeinigheitin plagdi at liggja: Glyvraskúli, Glyvrabio og Missiónshúsið - og knappliga ein dagin var einki Glyvabio longur - tað var jarðlagt - og eg bleiv, sum vit siga her inni á leiðini, eitt sindur skeptisk. Tað var nú ikki tí bygningurin sjálvur var verdur at varveita, Glyvrabio hevði útlivað sítt potentiali og stóð sum ein skirvisligur og tannleysur skrokkur uttan innihald. Og hóast tú við røttum kann siga, at innihaldið hevur størri týdning enn rammurnar, so kunnu rammurnar eisini stimbra innihald, um eldsálirnar sleppa framat.

Góð minnir fylgja okkum og vit kunnu taka tey við okkum, hvar enn vit fara. Tað eru míni góðu minnir gjøgnum 20 ár, sum fáa hjartarøturnar at festa seg á staðnum, tað eru tey, ið fáa meg at rópa hart á Eysturoying, fáa meg at frøðast, tá ið Støkk stríkur avstað við gullmerkinum, og gera meg stolta, tá ið Runavíkar kommuna verður heiðrað av Arkitektafelag Føroya, og tá ið NSÍ fær bronsumedalju í fótbólti, ja gullið taka vit næsta ár.

Tað hevur ligið mær nær at nevna hesi menniskju, hesar eldsálir, tí eg haldi, at vit geva teimum alt ov lítlan ans. Vit eiga at verða stolt av teimum, tí tey leggja lunnar undir menning og frambur í kommununi. Hesi hava uppiborið góðar karmar at virka undir og góðan stuðul frá kommununi, tí tey eiga sáðið til kommunalu mentanarveltuna.

Hesi fáa eisini fleiri orð á vegnum í tí uppskotinum til ein Mentanarpolitikk fyri Runavíkar Kommunu, sum eg nú um eina løtu skal handa Kára Egholm Jacobsen, formanni fyri Mentanarnevndina. Nógv annað stendur í uppskotinum, og mín vón er, at uppskotið verður viðgjørt og ikki endar í einari skuffu, at tað elvir til kjak og kritiskt orðaskifti heldur enn líkasælu og akslayppan. Eg ynski at nýta høvið til at takka borgarstjóranum Torbjørn Jacobsen fyri at vísa mær tað álit at gera eitt uppskot til ein mentanarpolitikk fyri Runavíkar Kommunu. Í sambandi við arbeiðið havi eg eisini havt stóra gleði av at samstarva og práta við nógv ymisk fólk, sum vilja mentanini her í kommununi alt tað besta, stóra takk fyri tykkara íkast.

Eg vil enda við einum sitati úr retorikbókini hjá griska heimsspekinginum Aristoteles, sum eg havi brúkt sum eitt slag av mantra ella leiðistjørnu fyri uppskotið til mentanarpolitikk, tí hóast hesi orðini eru eini 2350 ára gomul so eru tey framvegis viðkomandi í dag:

"Øll ráð um at fara undir ella ikki fara undir at gera eitthvørt, eru treytað av gleði, og av tí, ið talar fyri ella ímóti gleði; alt tað, ið skapar gleði ella fær hana, ella partar av henni, at vaksa, eiga vit at gera; alt tað, ið týnur ella darvar gleði, ella fremur tað øvuta, eiga vit ikki at gera"

Rúgvusmikla skráin fyri komandi Mentanarvikuna fevnir eisini um tiltøk, sum kunnu skapa gleði fyri ein hvønn, ið ynskir tað, um tað so er list, gongutúrur, sangur, sniðgeving, kvirra ella sirkus. Góða Mentanarviku.