HEIM
28.09.2016

Vallistin

Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 8. november 2016 fyri valdømið í Runavíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Saltangará í døgunum frá 10. oktober 2016 til 24. oktober 2016 í vanligari skrivstovutíð.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 01. november 2016.

Meira kunning um kommunuvalið er at síggja á www.himr.fo.