HEIM
17.10.2011

Vallistar og valkort

Tá val er útskrivað letur kommunan gera vallistar til øll valstøð og valkort við støði í upplýsingum í fólkayvirlitinum.
Vallistarnir liggja alment frammi í eina viku á kommunuskrivstovuni, meðan valkort verða send øllum borgarunum við Posta.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella at onkur av órøttum er tikin við, skal beinanvegin skrivliga sendast býráðnum

Visir tað seg seinni, at feilir eru í listanum, soleiðis at ein ella fleiri persónar ikki eru komnir á henda, kann býráðið á fundi í seinasta lagi dagin fyri valið rætta tílíkar feilir