HEIM
11.08.2015

Vallistar liggja frammi

Í samband við løgtingsvalið 1. september 2015 liggja vallistar yvir skrásettar veljarar til øll valstøð í Runavíkar kommunu frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni til og við 19. august 2015

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella at onkur av órøttum er tikin við, skal beinanvegin skrivliga sendast býráðnum

Visir tað seg seinni, at feilir eru í listanum, soleiðis at ein ella fleiri persónar ikki eru komnir á henda, kann býráðið á fundi í seinasta lagi dagin fyri valið rætta tílíkar feilir