HEIM
07.08.2019

Vallistar liggja frammi

Í samband við løgtingsvalið 31. august 2019 liggja vallistar yvir skrásettar veljarar til øll valstøð í Runavíkar kommunu frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 12. august til og við 16. august 2019.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal beinanvegin skrivliga sendast býráðnum.

Vísir tað seg, at mangul ella feilir eru í valkorti ella vallista, skal mangul ella feilur rættast við at útskriva nýtt valkort, og rætting gerast í vallista. Tílíkir feilir kunnu rættast til og við valdagin.

Runavíkar kommuna