HEIM
09.01.2008

Valfundur í nýggja skúlanum í dag

Valfundur í Eysturoy
Politiskur fundur í nýggja skúlanum í Runavík. Evnini eru skúli og útbúgving og vinnu- og marknaðarviðurskifti. Tvey umboð fyri hvønn flokk luttaka.

Fyrsti partur av nýggjum skúla í Runavík er tikin í brúk. Næmingarnir í framhaldsdeildini eru fluttir inn í teir fyrstu 1.500 fermetrarnar av skúlanum, og gongst sum ætlað, flyta næmingarnir í 4. til 7. flokk inn í skúlan í summar.

- Kritið og tann gamla skúlatalvan eru farin í søguna, og í staðin hava vit fingið ein skúla við framkomnari elektroniskari tøkni, og sum eisini í aðrar mátar livir væl upp til krøvini í fólkaskúlalógini, sigur skúlastjórin í Runavík, Ásmund Lamhauge.

Tilsamans verður skúlin 4.800 fermetrar, sum standa lidnir eina ferð í heyst. Har verða tilsamans 18 flokshøli, umframt nútímans fakhøli, bókasavn, lærarastovu og matarhøll til 150 fólk. Arbeiðið at gera skúlan byrjaði á heysti 2006, og higartil hevur alt gingið eftir ætlan.