HEIM
11.10.2016

Valcafé í Løkshøll 12. oktober

Mikukvøldið 12. oktober kl. 20.00-22.00 verður valcafé í Løkshøll í Runavík.
Kvinnulig valevni til Runavíkar býráð fara at kjakast.

Á skránni verður eisini sjónleikur v/Riu Tórgarð og tónleikur v/Signar í Homrum.
Kaffi/te og okkurt søtt verður afturvið.

Demokratia skipar fyri tiltakinum, sum er alment og ókeypis.