HEIM
01.02.2018

Vaktarskifti við Løkin

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, á Bókasavninum við Løkin:

Lógin um bókasøvn er ikki ein av teimum, sum stingur høvdið upp úr politiska sjóvarmálanum í tíð og ótíð. Hon elvir ikki til stríð og varandi ósemjur. Annaðhvørt tí at ongin leggur nakað í hana, ella tí at hon er so mikið væl snikkað til og savnandi, at hon verður hildin at vera nóg góður grundvøllur undir ætlanini at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi, sum skrivað stendur í grein éitt í lógini. Í somu grein, stk. 2, stendur skrivað: "Til hetta endamál hava bókasøvnini til taks bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, sjónbond, fløgur og annað hóskandi tilfar, sum eisini kann fevna um tónleik og teldutøkt tilfar, sum til dømis internet og margmiðlar."

Ta stuttu tíðina mær untist at sita sum mentamálaráðharri Føroya var farið undir at fáa til vega eina nýggja bókasavnslóg. Mentanardeildin hevði fakligu ábyrgdina, landsstýrismaðurin hina politisku, og táverandi landsbókavørður, Martin Næs, sum nú er oddviti deildarinnar í ráðnum, mundi hava meiri enn ein fingur við í spælinum. Minnist at vit báðir Martin, Jákup Thorsteinsson, sáli, og Jóannes á Mølini, Dalsgaard, táverandi leiðari, spjallaðu nógv um uppskotið, hvussu tað nú skuldi tilevnast og ikki minst hvussu stórætlað tað skuldi vera. Hetta var tíðin, táið tjóðin var klovin politiskt í fullveldis-sambands-spurninginum, kortini fekk uppskotið eina trivaliga undirtøku. Tað var lagt fram hin 3. mars 2001 og samtykt á Føroya løgtingi longu hin 2. mai 2001, við øllum 27 atkvøðunum, sum møttu á tingi tann dagin. Síðani hevur hon verið galdandi við onkrum smávegis broytingum.

Bókin sum týðandi miðil er eitt lutfalsliga ungt fyribrigdi á søgunnar slóð. Ikki fyrrenn Gutenberg, navnframi týski gullsmiðurin, "hópframleiddi" Bíbliuna í 200 eintøkum, fær bókin tann týdning, ið hon hevur havt sum mentanarberi fram til okkara dagar. Uppfinningin, at hópframleiða, hevði við sær eina rættiliga mentanarbylting í renæssancuni, og sum fráleið gjørdist hesin møguleikin, at súgva sær vitan úr bókum, hvørsmansogn, og man vera ímillum tey trivaligastu klípini í skorunum undir vitanarsamfelagnum og tí framkomna samfelagnum vit eru partar av í dag.

Fyri at fremja atgongdina til vitan, sprettur fram hugskotið um at luta savnaðu vitanina í bókum út í ytstu krókar. Kleystur, privat átøk, kommunur og landsmyndugleikar leggja til brots á hesi slóð, kostnaðarleyst fyri brúkaran, og bøkur fara í umfar við savninum, bókasavninum, sum støð, har fólk koma og fara, læna og flýggja aftur bøkur og uppaftur betri fáa býtt vitan sínámillum í einum fjálgum ráka av mentan, sum rekur út av hillunum.

Ymiskt er hvussu fólk hátta sær í mun til bøkur. Onkur hevur lítlan ans fyri teimum, onnur eiga strukturin í sær, at fáa til vega neyðugu vitanina á søvnum og so eru tað bókasavnararnir, sum skroyva húsini upp við egnum bókum. Eg eri í hesi seinastu kategori´ini. Allar lisnar bøkur skulu vera við hondina, um brúk gerst fyri teimum í eini snarari vending, t.d. táið ein røða skal skrivast. Antikvariatini í Vágsbotni og inni á Heiðavegi, í Arbeiðsmannafelagshúsinum, eru dømi um, at hetta ikki er ein áhugi sum arvast, men eisini hesar, fornbókasølurnar, saman við einum góðum bókahandli, sum Bókabúðin her í býnum, gera lívið fjálgari og ríkari hjá einum savnara sum m.a. undirritaða.

Í Glyvra skúla var eitt skúlabókasavn í mínum ungu døgum. Kortini var opið tvey kvøld í vikuni, har til bar hjá borgarunum at læna bøkur. Har læntu vit tað sum vit ikki áttu og sum tørvur var á, annaðhvørt til vitanar, skúlabrúks ella undirhalds. Hesum tóku kennarar skúlans sær av. Eg minnist eisini bókasavnsbussin hjá Landsbókasavninum og ikki minst bókakassarnar, sum vóru læntir umborð á føroysk skip. Savnið á Glyvrum hevði týdning, men í stóran mun virkaði tað sum støðin, ið bøkur ferðaðust um, frá fólki til fólk. Ein goymsla, sum myndugleikarnir høvdu fingið í lag fyri at nøkta tørvin hjá brúkarunum. Ambitiónin hevur ivaleyst verið størri, men fæ og karmar vóru ikki til meiri um tað mundi.

Ikki fyrrenn Runavíkar kommuna fer undir sína størstu skúlabygging í meiri enn hálva øld, her við Løkin, er løtan komin, har fleiri træðrir bræða saman í einum karmi. Mentanarhúsið Løkshøll gerst veruleiki og næsti grannin verður mentanarstovnurin Bókasavnið við Løkin. Skúlabókasavn og fólkabókasavn um somu leið. Nú renna vit aftur á orðingina í lógini um at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi. Tað gamla bókasavnshugtakið, sum fyrst og fremst var ein goymsla av bókum, er víðkað, sohvørt sum tørvurin er vaksin og talgildu frambrotini hesi 17 árini hava tikið seg fram, síðani Bókasavnslógin kom í ljós. Hetta hevur broytt gerandisdagnin hjá fólki á mentanarmótinum munandi. Harvið eru áhugamálini, sum tey starvandi á bókasøvnunum møta og skulu takla í gerandisdegnum, væl størri enn tað fundamentala, at flýggja út og taka ímóti bókum og at skráseta lánini.

Bókasavnið er vorðin ein neyðug støð, ein kveikingardepil, har borgarin við hygni fær eina tænastu á fleiri mótum. Ein støð, har hann hittir aðrar borgarar, hagani fæst kveiking úr samrakstrarmátti, og til ber eisini at spjalla saman, at súgva sær megi úr bókum, bløðum og teldum og Bókasavnið við Løkin er eisini gitið fyri at skipa fyri tiltøkum á tónleikaøkinum, á málsliga mótinum og sum samstarvspartnari hjá grannanum Løkshøll, táið tann skálin hýsir størri tiltøkum. Hugsjónin er, at allir træðrirnir í húsinum, í økinum kring Løkin, ganga upp í eina hægri eind, fólkinum til frama. Eitt mentanarstrev og starv, sum byggir upp, løðir, og fjálgar um gongdina, fram- og niðaneftir hjá fólkinum í kommununi og tjóðini, og er henni til frama.

Tjóðarlaðing - tjóðarbygging - er eitt hugtak, sum av og á kemur á breddan. Onkur heldur, at hugtakið hevur okkurt við partapolitikk at gera, men hetta er ein stór misskiljing. Øll sum eru partur av eini tjóð - í okkara føri hini føroysku tjóðini - hava skyldu til at tjóðarbyggja. At menna tjóðina og einstaklingin sum mannar hana. Hetta eru tveir lutir, sum vit øll eiga og varða av par excellence, - mentanin og málið.

Tað er unikt, at hálvt hundrað túsund menniskju eiga sína egnu mentan og sítt egna mál. Skal hendan ferðin eyðnast, at varðveita og menna mentanina og málið, er brúk fyri mentanararbeiðarum og kørmun. Bókasøvnini verða frameftir ein týðandi partur av hesi íløgu - hesum átaki - at egin mentan og egið mál standa seg í herdu kappingini, nú fremmandar rásir úr øllum heraðshornum og úr loftsnældum herja lógvar og heilar sólarringin á tamb - støðugt og stútt. Vit, sum ikki fingu somu ákoyringarnar uttaneftir, hava ilt við at skilja komplexitetin í hesum, men eg kundi hugsað mær, at talgilda ættarliðið, frá mínum børnum og niðureftir, hevur stóran tørv á at dubbað verður á mál- og mentanarliga hermótinum. Foreldur, skúlin og bókasøvnini vera lyklaleikarar í hesi framsókn, skal meginvirðisgrundarlag okkara standa fyri trýstinum og væl tað.

Nógv er broytt til tað betra á bókasavnsøkinum í Føroyum hesi seinastu nógvu árini. Minnist at innbrot var á Klaksvíkar bókasavni einaferð í sjeytiárunum. Tá skrivaði Dagblaðið um innbrotið og staðfesti, at báðar bøkurnar á savninum vóru stolnar. Í dag man bókasavnið har norðuri vera millum tey frægu í landinum. Øll minnast gávuna sum mín gamla lærarinna, Daniella Olsen, ið fór um sýnuna fyri kortum, gav heimbygdini Heima á Sandi. Eitt bókasavn og allar bøkurnar hon átti. Og her við Løkin eiga vit nú eitt bókasavn, sum er vorðin ein snúningsdepil í mentanarvirki. Tað grør um gangandi fót, og havast má í huga, at liggjast skal við framskrúvu stútt og støðugt.

Eru ongir mentanararbeiðar í skriving, í tónlist og málningalist býður ikki í bøtur. Haðani kemur menningin. Undirstøðukervið, sum ber av øllum, málið, móðurmálið, ið gongur sum ein farleið ígjøgnum øll høvd og hjørtu okkara hvønn dag, skal mýkjast, mennast og brúkast, altíð og stund, fyri ikki at enda sum ein fornleivd og granskingarmál hjá vísindamonnum burturav. Hetta eiga vit, myndugeikin, og skúlar og bókasøvn at hava okkum fyri eyga og sum mál. At lynna undir málsliga førleikan støðugt. Ongin annar ger hetta fyri okkum, og gera vit tað ikki, foykist málið burtur, sum so mong onnur tungumál, bara í okkara tíð. Tí eiga mentanararbeiðarar, skald og høvundar, at fáa væl frægari kor enn tað, sum nú stendur teimum í boði. Ein marknaður við 50 túsund menniskjum føðir ongan høvund. Tí má myndugleikin taka um endan við einum politikki, sum fremur møguleikan hjá evnagóðum fólki at fremja skaldskap. Samstundis vinna vit á málsliga mótinum og leggja harvið afturat virðisgrundarlagi okkara alra - móðurmálinum, sum ongin okkara vil vera fyriuttan. Tørvur er á hesum, tí hóttafall sæst, fleiri staðir, eisini í miðlunum, har bendingar, føll, endingar og setningsbygnaður av álvara eru farin at skeiklast. Vit rúma ikki rættiliga niðurlaðingina, hon gongur fram við smáum fetum, men okkara er ábyrgdin, at tað stóra tjóðbyggingarstarv sum hevur verið, síðani tjóðskaparrørslan av álvara vendi hesi gongd til tað betra, heldur fram og mennist.

Nú er alt vorðið mentan. Helst er alt fólkalív mentan. Matur er mentan. At sniðgeva ein alternativan sydvest er mentan og at mála grafitti á ein betongmúr kring um ein kirkjugarð er ivaleyst eisini mentan. So er. Kortini undraði tað meg, nú Mentamálaráðið var í gávuhýri hendan dagin við virðislønum av ymsum slagi, at ongin av teimum heiðraðu kundu eyðmerkjast millum tey, sum vanliga ganga fyri at vera skald og høvundar. Barbara, Frits og Konni høvdu so søttliga uppiborið heiðurslønirnar, hjartaliga til lukku við teimum, men signalið oman av hinum kulturella Parnassos kendist margháttligt. Málið - móðurmálið - slapp ikki uppí part. Og spurin sat mangur í skíggjanánd og leit at myndunum av koryfe´unum - litterera persónsgallarínum - á bróstinum í Bygdarhúsinum í Miðvági. Hammershaimb, Rasmus á Háskúlanum, Mikkjal á Ryggi, Dagmar Joensen-Næs og Jens Pauli Heinesen. Bara úr Miðvági kundi Mentamálaráðið tapetisera øll bróstini við litteratum og listarmonnum. Jens Chr. Svabo, D.P. Danielsen, Valdemar á Løgmansbø, Harry Birtilíð, Jens Eli Ellefsen, Sámal Ravnsfjall v.fl. Var farið til Sandavágs og Seyrvágs hevði skálin verið alt ov lítil til tað endamálið. Hugsaði um Jóannes bónda hesa løtuna:

Men hvar er tann nevin, sum slær
í borðið móti órættis lag
og ripar á múla
tann fremmanda skúla,
sum drepur okkum dag eftir dag?

Ei søga, ei mál, ei siður,
sum lands várs eyðkenni er,
við einum orði
verður borið á borðið;
tað er tí ein ribbalda gerð

Mentanin er farin um tey gomlu mørkini, tað er gott, men fyri alt í verðini mega vit ikki gloyma stórviðin - sum er og verður móðurmál okkara.

Bókin er mær kær, tí kenni eg meg aftur í frálíku yrkingini hjá íslendska javnaldrinum Bubba Morthens í sanginum "Ég elska bækur":

Orðin eins og litir og málverk til mín koma
móðurlausa stafi í fóstur ég tek.
Bókin er galdur sem geymir sjálfan tímann
í skjóli þíns huga þar finnur hún þrek.

Bókin er og verður þinn vinur
bókin er sem svalandi lækur.
Og ég segi það upphátt
og ég hvísla það í hljóði
að ég elska bækur.

Hve lífið yrði fátækt ef fyndust öngvir pennar
sem færðu okkur bækur eða ljóð að gjöf
hve lífið yrði sorglegt ef sjónvarp væri eina
siglingin um hugans stóru úthöf.

Við hesum fáu orðum fari eg at takka Svend Højgaard fyri tíðina og tað megnarverk hann hevur framt her við Løkin, hesi árini hann hevur verið í starvi. Tú hevur megnað at sett Bókasavnið við Løkin á breddan kring alt landið og gjørt tað til eina miðstøð hjá okkum tystu og svongu sálum á litterera og á upplivingarmótinum.

Samstundis fari eg at ynskja nýggja bókavørðinum, Oyvør Dam Jacobsen, hjartaliga til lukku við starvinum við bestu ynskjum um eina happadrúgva framtíð, bæði tína og okkara vegna, nú tú hevur sett teg á ein av uriaspostum kommununar á mentanarliga mótinum.

Lat Bókasavnið við Løkin vera ein kastala - ein skansa - ella ein vita - sum stútt og støðugt kann miðast og siglast eftir - fram á leið. Okkum, komandi ættarliðum og tjóðini at gagni.