HEIM
06.01.2016

Vaktarskifti á kommununi

Mánamorgunin 4. januar var lítil hugnaløta á kommunuskrivstovuni í samband við at Torbjørn Jacobsen avloysti Magnus Rasmussen sum borgarstjóra í Runavíkar Kommunu á nýggjárinum.

Komandi og farandi borgarstjórarnir hildu røðu fyri starvsfólkunum á fyrisitingini.

Magnus Rasmussen hugleiddi um 7-ára skeiðið sum borgarstjóri og nevndi ymiskt forvitnisligt, sum hann hevði upplivað hesi árini og í sínum starvslívi annars. Torbjørn Jacobsen greiddi frá yrkisleið síni, og hvussu hann ætlaði at skipa arbeiðið sum borgarstjóri komandi árið.