HEIM
18.03.2008

Vælvitjað mótasýning í Handilsmiðdeplinum

Vælvitjað mótasýning í Handilsmiðdeplinum

Í sambandi við øll tey nógvu tiltøkini, sum Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu skipar fyri, var ein mótasýning á Sjókaféini hóskvøldið 13. mars kl. 19.30. Mótasýningin var sera vælvitjað.

Luttakandi handlarnir vóru Snýðið, Hjá Sannu, Trend Floor, Sju, Shop- Inn, Tara, Jungmann, Berglon og Borg.

Kvøldið var hugnaligt og Sjókaféin full av fólki. Handilsmiðdepilin hevði gjørt nógv burturúr tiltakinum, og ymiskt leskiligt var til matna til teir nógvu gestirnar.

Tað sást á mótasýningini, at teir ymisku handlarnir í Runavík í felag bjóða eitt fjølbroytt og spennandi úrvæl av klæðum, bæði til børn, vaksin og tilkomin. Harumframt kryddaði Borg kvøldið við hópin av spennandi amboðum bæði til arbeiðsmannin og heimi.

Sum heild var tiltakið sera væleydnað, og ætlanin er at hava eitt líknandi tiltak aftur í oktober.