HEIM
09.11.2007

Vælvitjað mótasýning í Handilsmiðdeplinum

Vælvitjað mótasýning í Handilsmiðdeplinum

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík skipaði Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu fyri ymiskum tiltøkum, sum vóru sera vælvitjað.

Millum tiltøkini varð skipað fyri eini mótasýning í Stokkastovuni fríggjakvøldið 2. november. Teir luttakandi handlarnir vóru Snýðið, Hjá Sannu, La Femme, Trend Floor, Shop Inn, Tara og Jungmann.

Kvøldið var sera hugnaligt og Stokkastovan var full av fólki. Handilsmiðdepilin hevði gjørt nógv burturúr tiltakinum og ymiskt leskiligt var til matna til teir nógvu gestirnar.

Tað sást á mótasýningini, at teir ymisku mótahandlarnir í Runavík í felag bjóða eitt sera fjølbroytt og spennandi úrvæl av klæðum, bæði til børn, vaksin og tilkomin.

Sum heild var tiltakið sera væleydnað, og ætlanin er at hava eitt líknandi tiltak í jólamánaðinum.