HEIM
13.11.2007

Vælnøgdir luttakarar á Faroexpo

Hósdagin 1. november endaði Faroexpo 2007. Hendan dagin nýttu útlendsku luttakararnir til millum annað at vitja fyritøkur, ið tær høvdu fundast við á "Partenariatinum".

Vinnustevnan Faroexpo byrjaði mánakvøldið 29. oktober við Get Together í hølum hjá Eik Banka í Saltangará. Runavíkar kommuna var vertur hetta kvøldið og borgarstjórin, Hans Jacob Lamhauge, bjóðaði luttakararnum at vera vælkomnar til Runavíkar kommunu og til Faroexpo 2007.

Týsmorgunin 30. oktober setti Jóan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Faroexpo 2007 í ítróttarhøllini í Runavík. Kórið Vox Angelica undirhelt við hátíðarligum sangi og morgunmatur var at fáa á matarstaðnum í høllini, sum var sera hugnalig og flott pyntað.

Eftir setanina byrjaði Partenariatið, sum vardi til kl. 11.30 hendan dagin. Tær 45 luttakandi fyritøkurnar leitaðu sær út til básarnar, har fyrsti fundurin skuldi byrjað. Fyritøkurnar høvdu fingið eina fundarætlan útflýggjaða við í miðal 14 viðkomandi fundum, sum fyritøkurnar sjálvar høvdu ynskt. Partenariatið varð væleydnað og luttakararnir vælnøgdir og fleiri av luttakararnum boðaðu frá ítøkiligum úrslitum. Mikudagin 31. oktober helt Partenariatið áfram allan dagin frá kl. 9-17.

Ársins Vinnuráðstevna byrjaði týsdagin kl. 12.30 í hølum hjá Kelduni í Skálafirði, har fýra áhugaverdir fyrilestrar vóru hildnir. Evnini vóru Evropeisk og altjóða rák innan laks og hvítan fisk, Privatisering av almennum fyritøkum, Managing People – Managing Business og Keyp og søla av fyritøkum. Til ber at finna fyrilestrarnar á heimasíðuni www.faroexpo.fo.

Mikukvøldið 30. oktober vóru allir luttakararnir bjóðaðir til eina gallaveitslu, har millum annað nógv spennandi mentanartiltøk vóru á skránni.

Útlendsku og føroysku fyritøkurnar á Faroexpo 2007 vóru sum heild sera vælnøgdir við Vinnustevnuna. Nøgdsemi kann metast út frá eftirmetingunum, ið vóru gjørdar fyri hvørja einstaka fyritøku.

Fyritøkan Virkisráðgeving, sum hevur staðið fyri samskipanini av Faroexpo tey seinastu trý árini, kann nú boða frá, at arbeiðið við at leggja til rættis Faroexpo 2008 er farið í gongd.