HEIM
15.02.2012

Væleydnaður vinnufundur í Løkshøll

Fríggjadagin kl. 13.00 var Løkshøll karmur um ein kommunal vinnufund. Eini 130 fólk umboðandi 85 lokalar fyritøkur og Runavíkar Kommunu luttóku.

Endamálið við fundinum var at skapa eitt miðvísari samskifti millum vinnuna og Runavíkar Kommunu.

Klæmint Østerø, formaður í Vinnu- og Havnanevndini bjóðaði vælkomin. Síðani hugleiddi Magnus Rasmussen, borgarstjóri, um samstarvið og samanhangin millum vinnuna og kommununa. Hann vísti m.a. talvur við rakstri og íløgum hjá kommununi seinnu árini.

Eftir brunch í kantinuni í Skúlanum við Løkin greinaði Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgeving, gongdina hjá vinnuni í kommununi. Hann hevði fleiri áhugaverdar samanberingar av vinnulívinum í Runavíkar Kommunu í mun til aðrar kommunur og landið sum heild.

Síðani vórðu eyguni vend meiri ítøkiliga móti menning av fiskivinnuni í Runavíkar Kommunu. Tórheðin Jensen frá Varðanum, Annfin Olsen og Jens Pauli Petersen frá Faroe Origin greiddu bæði yvirskipað og ítøkiliga frá teirra virksemi og hvørjar royndir teir høvdu við samstarvinum við kommunurnar í økinum.

Dagurin endaði við einum pallborðskjaki, sum Ingolf S. Olsen leiddi. Áhoyrararnir høvdu eisini møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til pallborðsluttakararnar. Í pallborðinum luttóku Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgeving, Eyðvør Berg, Varaleiðari í Berglon og Annfin Olsen, stjóri á Faroe Origin.

Fundurin endaði kl. 17.00

Sí fleiri myndir undir myndafrásagnir

Myndarøð: {E4D2B66D-537F-4CB3-B193-D109EADAE44D}