HEIM
10.06.2008

Væleydnaður starvfólkatúrur í Kalsoynna

Grundlógardagin fóru starvsfólkini á kommunuskrivstovuni í Runavík útferð í Kalsoynna við súkklu. Av Syðradali norð á Trøllanes eru 18 km og á leiðini eru 4 berghol, sum tilsamans eru 5,5 km. Vit høvdu leigað eini summarhús í Mikladali, so vit eisini kundu fáa hvíld og ein góðan bita. Farið varð eisini ein gongutúr norð á Kall og oman á lendingina á Trøllanesi. Á veg suður aftur fóru vit gjøgnum "teymin" út í Djúpadal. Tað er eitt lítið berghol upp á 80 m, sum gongur út miðskeiðis í eystaru síðu í Trøllanestunnilin. Tað styttir munandi um, tá farast skal á fjall ella burtur í haga.

Veðrið var av tí fagrasta allan dagin, so saman um tikið var hetta ein frálíkur túrur.