HEIM
12.06.2012

Væleydnaður ruddingardagur á Skála

Nógv fólk vóru við til at rudda Skálabygd leygardagin 2. juni.
Byrja varð í høllini við rundstykkjum, te, kaffi og saft í og síðani varð farið í gongd við ruddingina.
Sum undanfarnu ár vísti dagurin seg ikki bert ein møguleiki at fríðka um bygdina, men tað var samstundis eitt gott høvið at verða saman við øðrum bygdarfólkum.