HEIM
13.03.2013

Væleydnaður GMF-gongutúrur á Skála

Í morgun (mikumorgunin, 13. mars) skipaði morgunsendingin hjá Útvarpinum "Góðan Morgun Føroyar" fyri væleydnaðum gongutúri av Ytra Skála og inn móti Skipasmiðjuni. Bergljót Hentze og ein væl upplagdur Hallgrím Johannesen samskiftu um sagnir, seyðatjóvar, áarlop og soknar bátar, men eisini um barnadagar í eini bygd í stórari menning við skipabygging og nógvum fiskaarbeiði umframt vitjan av bæði symfoniorkestri og kongi. Uml. 70 fólk, bæði børn og vaksin, vóru við á túrinum í góða kavaveðrinum. Sendingin kann væntandi hoyrast seinni í dag á kvf.fo