HEIM
12.03.2015

Væleydnaður borgarafundur í Løkshøll

Týskvøldið 10. mars var borgarafundur í Løkshøll, har Runavíkar kommuna hevði boðið øllum borgarunum til fundar. Kunnað varð um kommunal viðurskifti og um framtíðarætlanir fyri kommununa næstu 10 árini. 

Fyrst hevði borgarstjórin Magnus Rasmussen eina framløgu, har hann m.a. vísti, hvussu gongdin hevði verið í fólkatalinum og hvussu fíggjarstøðan hevur broytt seg upp gjøgnum árini. Eisini vísti borgarstjórin, hvat peningurin er brúktur til, og hvat man við framrokningum, fyri næstu 10 árini, hevur møguleika og ætlanir um at gera.

Síðani høvdu allir nevndarformenninir framløgur, har teir greiddu frá, hvørjar ætlanir eru á teirra øki. 

Borgarnir fingu síðani høvi at siga sína hugsan, og seta býráðslimunum spurnirngar. Væl omanfyri 200 fólk, úr øllum bygdum í kommununi, vóru møtt upp til fundin og fleiri nýttu høvi at komu við spurningum, góðum ráðum og áheitanum til sitandi býráð.

Áhugavert var, at ongin mótmælti teimum stóru íløgunum, sum ætlanin er at gera, sum t.d. barnagarð, havnagerð og svimjihøll.

Aftaná fundin vóru øll boðin til ein drekkamunn í kantinuni og so varð høvi eisini at hitta tær ymisku nevndirnar til eitt prát ella til spurningar. Nevndarborðini vóru væl vitjað av fólki, sum ynsktu at koma á tal við býráðslimirnar. 

Samanumtikið eitt væleydnað tiltak.