HEIM
20.07.2013

Væleydnað laksa- og sølutorg í Runavík 2013

Bakandi sól og sólbrendir luttakarar.
Júst sum at verða á marknaðardegi sunnanfyri!

Í dag leitaðu eini 2.000 fólk sær til tiltakið Laksa- og Sølutorgið, ongantíð hava so nógv verið at sæð til tiltakið áður, og hevur dagurin eydnast væl í allar mátar.

Ein kundi fáa sær ein ókeypis vælsmakkandi bita við laksi, sum Sjócafein í Runavík borðreiddi við, Bakkafrost á Glyvrum hevði latið laksin.
Børn seldu gamlar/nýggjar leikur
ung sum eldri høvdu ymisk heimavirka til sølu og eisini loppumarknað.
onnur seldu kaffi, vaflur, suppu, fisk o.a til matna.
Ein djóragarður var settur upp á økinum
Málningalistaframsýning var í býráðssalinum.
á pallinum var eisini áhugaverd luttøka av: Tóki Joensen, Beinir T. Rasmussen, Óvita Blues Band, Barnatiltak við Rógva og Vininum, Xperiment v/ Sigrið Sivertsen og and enda Døgg Nónsgjógv Hans Jacob Kollslíð.

Endamálið við Laksa- og Sølutorginum er at skapa trivna fyri fólki í økinum og sjálvandi øðrum við, og sigast má at hetta eydnaðist sera væl. Fólk hugnaðu sær óført í góðveðrinum og fleiri fóru sólbrend heim aftaná dagin í Runavík.

Fyrireikararanir og luttakararnir á torginum eru sera væl nøgdir við dagin. Tiltakið Laksa- Sølutorg í Runavík hevur fingið størri undirtøku, sum árini eru farin, og vónandi far hetta tiltak líka góða undirtøku komandi ár.

Fyrireikarnir leggja afturat, at longu nú eru yvir 30 tilmeldingar um luttøku komandi ár.Tilmelding fer fram á Kunningarstovuni í Runavík