HEIM
01.06.2011

Væleydnað hugnaløta við Toftavatn

Eini 300 fólk í øllum aldrum vóru savnaði til tiltakið "Summarkvøld við Toftavatn" í gjárkvøldi, í samband við at gøta er gjørd gjøgnum hagan millum Toftir og Runavík. Veðrið var gott – eitt lítið lot og turt.

Tað vóru Nes Kommuna og Runavíkar Kommuna, sum skipaðu fyri tiltakinum.

Dakko Petersen, formaður í teknisku nevnd hjá Nes Kommunu, leiddi tey 300 fólkini hegnisliga gjøgnum hugnaløtuna. Hann byrjaði sjálvur við at greiða frá verkætlanini við gøtuni. Agenda 21 stovan og Norðurlendska Ráðharraráðið hava saman við táverandi Eik Grunninum verið við til at seta gongd á verkætlanina, ið m.a. hevur sum endamál at verja nattúruna við Toftavatn. Síðan hava kommunurnar báðar samstarvað um at gera verkætlanina til veruleika. Í løtuni gongur gøtan frá Svangaskarði til Skúlan við Løkin, men ætlanin er at binda hana í Mýravegin eisini.

Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í Mentanarnevndini í Nes Kommunu, greiddi síðani frá ymsum tættum úr árinskanningini, sum var gjørd í samband við verkætlanina. M.a. vísti hon á tað lívfrøðiliga margfeldni, ið er at finna í økinum. Har vóru nógv fuglasløg og forvitnislig djórasløg.

Jóannes S. Hansen, sum er uppvaksin við Toftavatn, hugleiddi um økið fyrr og nú, eins og hann hugleiddi um týdningin, sum natúran hevur fyri okkum í dagsins samfelagi. Hann greiddi eisini frá hendingum við vatnið.

Nógvur felagssangur var á skránni, væl stuðlaður av harmonikkunum hjá Mortan Højgaard, Sverra Justinussen og Jóannes S. Hansen. Sungnir vórðu fosturlandssangir, lættari sangir og eisini serligi sangurin um Toftavatn.

At enda varð frukt bjóðað. Fólk vóru á einum máli um, at tiltakið var sera hugnaligt og eigur at verða endurtikið.