HEIM
29.06.2007

Væleydnað Føroya Kvøld.

Vitjanin hjá Umhvørvisnevnd Norðurlandaráðsins hósdagin 28. juni, var sera væleydnað.
Aftaná ein góðan dag í bussi, har gestirnir hava sæð, hvat spennandi Eysturoyggin hevur at bjóða, varð endað inni í Kvinnufelagshúsinum til eitt Føroya Kvøld. Gestirnir fingu høvi at smakka allan vanligan føroyskan mat, og hetta dámdu teimum sera væl. Jóannes S. Hansen spældi uppá klaver, og gestirnir sungu væl við til góðar kendar sangir - eisini teir føroysku. Seinni kom Eysturoyar Dansifelag á vitjan og hetta hugtók gestirnar,sum allir komu við í dansin.

Sum heild eitt sera væleydnað kvøld, og gestirnir fóru glaðir avstað aftur.