HEIM
23.05.2011

Væleydna ráðstevna um estlendska vakstrarfrymilin í Løkshøll

Hósdagin 19. mai skipaði Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnuráðstevnu í Løkshøll við heitinum "Estlendski vakstrarfrymilin.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, bjóðaði luttakarunum vælkomnum til Runavíkar, og síðan var farið undir skránna.
Fyrrapartin vóru tvær framløgur. Jens Christiansen, formaður í dansk-estiska vinnuráðnum, greiddi, við støði í drúgvum vinnuroyndum í Estlandi, frá Estlandi sum íløguvinarligum landi fyri útlendskar fyritøkur.
Eftir stuttan steðg tosaði Hartvig Joensen, deildarleiðari á Havsbrún, um føroyskar vinnukarmar. Afrat einum ynski um lagaligari karmar m.a. í samband við skattalóggávu, var høvuðsboðskapurin, at tað var neyðugt fyri vinnuna, at hon hevði støðugar karmar at virka undir.
Seinnapartin greiddi høvuðsfyrilestrarhaldarin, estlendski fíggjarmálaráðharrin, Jürgen Ligi, frá, hvussu estar høvdu borið seg at við at skapt stóran búskaparvøkstur seinnu árini. Hann legði serliga dent á eitt lágt og flatt skattaprosent og støðug viðurskifti hjá vinnulívinum at virka undir.
Eftir steðgin seinnapartin varð skipað fyri pallborðskjaki. Teir tríggir fyrilestrarhaldararnir mannaðu pallborðið saman við trimum umboðum fyri politisku skipanina, Magna Laksafoss úr Sambandsflokkinum, Óla Breckmann úr Fólkaflokkkinum og Høgna Hoydal úr Tjóðveldi.
Yvirskipað varð kjakast um, hvussu politiska skipanin kann stimbra føroyskt vinnulív, og hvørja ávirkan átøk á økinum kunnu hava á vælferðartænasturnar í samfelagnum. Kjakið var lívligt millum pallborðsluttakararnar, og viðmerkingarnar úr salinum vóru nógvar, og bar hetta boð um eina væleydnaða ráðstevnu, ið bæði var upplýsandi og eggjaði til kjak.