HEIM
26.05.2008

Væl eydnaður fríðkanardagur

Í góðveðrinum leygardagin 24. mai varð ruddað í øllum 14 bygdunum í kommununi frá kl. 10 - 15. Aftaná vórðu plantupakkar býttir út og kaffi og vaflur vóru at fáa. Undirtøkan var sum heild góð í øllum bygdunum, og nógv varð tikið upp.

Vónandi kann hetta afturvendandi tiltak eisini vera við til at broyta hugburð, so vit gerast betri til ikki at blaka frá okkum og annars at taka upp og halda tað hampuligt rundan um hjá okkum sjálvum.