HEIM
08.12.2017

Útstykking í Leitinum

Nógv hevur verið tosað um leingi ætlaðu útstykkingina, vanliga rópt Blikagøta, í Saltangará/Runavík. Runavíkar kommuna eigur eitt øki í Leitinum, sum hagin eitur. Nú er nakað fráliðið, síðani kommunan var partur av norðurlendskari arkitektakapping, saman við White Arkitektum, har The Eyes of Runavik vóru teknað inn í júst hetta økið. RK og WA vunnu triðju heiðurslønina í kappingini, sum varð handað í Keypmannahavn fyri einum góðum ári síðani.

Komið var ikki á mál í royndini at fremja verkætlanina ”Eygu Runavíkar” í verki, hóast nógv varð lagt fyri. Síðani heitti kommunan á arkitektin Ósbjørn Jacobsen í Syðrugøtu, um at gera eina roynd við at tekna eina íbúðarskitsu inn í økið – hendan sæst á myndini, og væntandi verður rúm fyri 80-90 búeindum, um endaliga verkætlanin fylgir skitsuprosjektinum.

Í november mánaða skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, og Magni Thomsen, EM Ráðgeving Spf., Heiðavegur 72, FO-600 Saltangará, undir sáttmála um prosjektering, fakeftirlit og byggileiðslu, nú farið verður undir at gera økið omanfyri Blikagøtu, í Leitinum, klárt til útstykkingar. Magni Thomsen er prosjekteringsleiðari.

Væntandi fer tað at bera til at fara undir veruliga byggibúgving í hesum økinum, táið vit eru komin nakað fram í 2018. Nærri upplýsingar um hetta fáast við at snúgva sær til Runavíkar kommunu á tlf. 417000.