HEIM
16.02.2018

Útstykking í Kass í Rituvík

Í eina tíð hevur verið arbeitt við einari útstykking í Kass miðskeiðis í Rituvík. Eliesar Kastalag hevur verkætlað útstykkingina fyri Runavíkar kommunu, og eftir at byggibúgvingararbeiðið hevur verið í útboði hjá fleiri arbeiðstakarum er greitt, at Fa. Verkon, hjá Lars í Dalinum í Lamba, lá best fyri í kappingini.

Verkætlanin og arbeiðstøkan snúgva seg um 10 grundstykkir. Í gjár hittust Lars og borgarstjórin í Ráðhúsinum í Saltangará, har teir skrivaðu undir arbeiðstakarasáttmála. Ætlandi verður arbeiðið liðugt um hálvan august í ár. Nakrar umsóknir liggja niðurfyri til hesa útstykkingina, og tey sum hava áhuga fyri at ogna sær grundstykki í Rituvík, kunnu venda sær til Runavíkar kommunu.

Tvær aðrar útstykkingarætlanir gerast veruleiki í næstum. Ein í Horni á Skála. Hon er seinkað nakað orsaka av eini kæru, sum er avgreidd frá Friðingarnevndini fyri Eysturoyar Sýslu. Hennara avgerð kann tær næstu 4 vikurnar kærast til Yvirfriðingarnevndina. Vendir hesin seinri instansurin ikki málinum í mun til avgreiðsluna hjá friðingarmyndugleikanum í økinum, verður farið undir hesa útstykking fram eftir árinum.

Hin útstykkingin fer at fara fram í Leitinum í Saltangará/Runavík. EM-Ráðgeving á Líknargøtu neyvætlar í løtuni samsvarandi skitsu hjá Ósbirni Jacobsen, arkitekti, og væntandi kann verkætlanin fara í útboð seint í vár ella tíðliga í summar. Í hesum økinum verður rúm fyri áleið 85 búeindum.