HEIM
27.08.2016

Útpurring

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Tær kundu vera rættiliga ymiskar - útpurringarnar. Nakrir vóru tyngri í dreymalandi enn aðrir, hildu fastari í dýnuna og klíptu í koyggjustokkin fyri ikki at koma út í gerandisdagin og á dekkið. Tí kom tað fyri, at ein pøs av sjógvi mátti til fyri at manna vaktina. Ikki sørt at tað kendist nakað soleiðis fríggjamorgunin, táið Útvarpið í tíðindasending eftir tíðindasending læs burturúr einum yvirliti frá Fíggjarmálaráðnum, um nettoskuldina hjá einstøku kommununum, við støði í roknskapunum fyri 2015.

Runavíkar kommuna var sambært tíðindunum toppskorari í nettoskuld fyri hvønn íbúgva – 33 túsund krónur – og sagt varð eisini, og tað stendur eisini í yvirlitinum, at vit skylda 94% av einari 23%-álíkning. Útvarpið hevur ikki mistikið seg, og fyri so vítt hevur almenni myndugleikin heldur ikki gjørt nakað mistak, kortini er onkur millumrokning í øllum høpinum í okkara føri, sum borgarin helst átti at vita meiri um. Útpurringin, sum teir slaku 4 túsund íbúgvar okkara fingu í gjáramorgunin, kann ikki hava verið hugalig – útróptir sum størstu skuldareyvar landsins. Hava teir ilskast inn á umboðsfólk síni í býráðnum – er tað heilt væl skiljandi.

Søgan í hesum málinum er hon, at Løgtingið við lóg kroystir heimatænastu, eldrarøkt v.m. niður yvir akslarnar á kommununum á nýggjárinum 2015. Málið var somikið illa fyrireikað, at kommunurnar ongantíð hava skrivað undir nakra semju við landsmyndugleikan um hetta mál. Tað var ymiskt hvussu hesar stóðu í skotmálanum útleggingardagin, í fíggjarligu samanskrúvingini hvør einsæris, og framvegis er tað soleiðis, at fleiri teirra stríðast við eitt stórt hall í júst hesum rakstrargeiranum, meðan aðrar asfaltera og keypa fýrverk fyri peningin, latin umvegis ymsar lyklar úr landskassanum.

Full semja var í býráðnum í Runavíkar kommunu um at fara undir samstarv á økinum við Nes- og Sjóvar kommunu. Semja var ímillum hesar, at Skálafjarðarsamstarvið skuldi eiga allar ognirnar í felag. Vesturskin á Toftum, Vistarheimið í Runavík, Ellis- og Røktarheimið í Runavík, Eldrasambýlið á Skála og Sjóvarlon á Strondum. Eftir samráðing við Eiðis-, Fuglafjarðar-, Sunda- og Eysturkommunu vórðu hesar keyptar úr sínum ognarlutum í Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi í Runavík. Fyri at fáa ognirnar at javnviga samsvarandi støddarlutfallinum eftir hetta, kom Runavíkar kommuna í ta støðu, at hon mátti leggja 28,7 mió. kr. á borðið - fyri at fáa ognarkassan hjá nýíkomna samstarvinum at stemma. Hon mátti fremja eina íløgu á hesa upphædd, tí at heimatænasta, eldrarøkt v.m eftir einari nátt var vorðið ábyrgdarøki hjá kommununum, nú landið við lóg rann spelandi undan ábyrgdini.

Í royndini at framtíðartryggja kommununa ungdóminum og vinnulívinum viðvíkjandi vóru nógvar íløgur gjørdar í fleiri ár í skúla, fimleikarhøll, ítróttarhallir, ansingarstovnar, mentanarhús, havnarløg, vatn, spillivatn o.s.fr. Tí kom hendan stóra íløgan á eldraøkinum eitt sindur tvørt fyri júst um hetta mundið. Vit kundu bara staðfesta, at farið varð uppum eina álíkning við hesi íløguni á 28,7 mió. kr. Tosað var við Landsstýrið um trupulleikan, og nú málið var íkomið av teirra ávum, vístu teir “stórsinni”, og í skrivligari fráboðan staðfesta teir báðir Jørgen Niclasen og Bjarni A. Bjarnason hin 19. november 2014, at nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu jb. §43, stk. 2, í kommunustýrislógini, í mesta lagi kann vera 28,7 mió. kr. størri enn ein álíkning eftir tí leisti, ið ein álíkning ídag ella vanliga verður uppgjørd eftir – hetta svarar til 1,24 álíkning. Í sama skjali staðfesta teir eisini, at nettoskuldin í seinasta lagi 31. desember 2022 aftur skal vera minni enn ella ájøvn við eina álíkning eftir gamla og vanliga modellinum.

Longu nú – hálvtannað ár seinri - kann staðfestast, at Runavíkar kommuna aftur er komin undir hetta gamla markið, hóast vit hava hendan møguleikan frá Landsstýrinum, at trekkja upp til 1,24 álíkning, sum hinvegin minkar liniert fram til og við 2022.

Tað er hypotetiskt at tosa um hvussu viðurskiftini høvdu verið, um heimatænasta, eldrarøkt v.m. ikki vóru løgd út til kommunurnar, men um so var, so hevði nettoskuld okkara verið 73% av eini 23%-álíkning, og hvør borgari hevði skyldað 26 túsund krónur í nettoskuld. Runavíkar kommuna brúkar minni enn 10% av sínum inntøkum til fíggjarkostnað, íroknað at niðurgjalda skuldina, sum í løtuni minkar við umleið 9,5 mió. kr. um árið.

Tað er skiljandi, at borgarin hevur fingið eina ordans útpurring av útvarpstíðindunum í gjár, men støðan er hon, at Runavíkar kommuna er fult og heilt virkisfør fíggjarliga. Eldraøkið legði trýst á okkum at gera eina stóra íløgu, sum í semju við Landsstýrið varð løgd uttanfyri vanliga rokningarháttin, táið tað ræður um at kunna læna pening upp til eina álíkning, og avdrigið verður samsvarandi øllum avtalum. Hendan umrødda íløgan er øll tikin inn í roknskapin fyri 2015, harvið kann støðan á nýggjárinum farna, uttan millumrokningarnar omanfyri, síggja eitt sindur sperd út, soleiðis sum ein fekk fatan av í lýsingini í gjáramorgunin, tá Útvarpið byrjaði upplesturin úr skjølum Fíggjarmálaráðsins.

Enn einaferð, hetta málið snýr seg um eina eingangsíløgu, sum mátti gerast, tá landsmyndugleikin valdi við lóg at sleppa sær av við heimatænastuna, eldraøkið v.m. Annars hevur Runavíkar kommuna ein hóskiligan og sunnan rakstur. Tað ræður um at hava tak á rakstrinum, skuld kemur í av íløgum sum stimbra í lokalsamfelagnum, tá ræður tað meiri um at sáða fyri at kunna heysta seinri, og nettoskuldin stavar eisini frá íløgum hesi seinastu árini, sum hava verið neyðugar í einum samfelag í framsókn. Tann dagin ein kommuna ikki hevur fíggjarligu evnini at gera íløgur í basisfunktiónir, sum tryggja trivna, ungdómi og vinnu virkisføri – og alternativt bara virkar sum eitt rakstrartaxametur – tá er stundin komin til at leggja árarnar inn, at leggja seg undir dýnuna fyri well og klípa í koyggjustokkin, og tað hava vit ongar ætlanir um, - tvørturímóti.