HEIM
07.08.2015

Útnorðurráðið 30 ár – tiltak í Løkshøll mánakvøldið

Kom og ver við at hátíðarhalda 30 ára samstarvið millum tingini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi í Løkshøll við Løkin

mánadagin, 10. august, kl. 21.00 – 23.00

Á skránni verður m.a. skemtiligar røður, sangur við Enekk úr Føroyum, Varna úr Grønlandi og Eythor Ingi úr Íslandi, Jákup Weyhe fer at siga nøkur orð um samstarvið í útnorði, framførsla av æstetiskum fimleiki, felags sangur og dansur og harumframt okkurt gott at eta, áðrenn endað verður.

Nógvir fremmandir gestir verða við til hátíðarhaldið og at halda ársfund Útnorðurráðsins í Løkshøll við Løkin í døgunum 11. – 13. august.

Hevur tú hug at verða við til hetta hugnaliga kvøld 10. august, skalt tú venda tær til Kunningarstovuna í Runavík í seinasta lagi mánadagin 10. august kl. 16.00, har ókeypis atgongumerki verða útflýggjað. Avmarkað atgongd.