HEIM
24.03.2010

Útivikan 2010

24. til 30. mei seta vit bilin og ganga!
Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri einari útiviku. Í útivikuni fara fólk at ganga og røra seg meira, enn tey vanligt gera. Fólk fara at ganga til arbeiðis, til handils, í skúla – har tey annars koyra bil.

Kommunurnar tóku væl undir við útivikuni í fjør, hóast skotbráðið var stutt. Í ár er fyrireikingartíðin longri og tiltøkini fleiri.

Eitt aðalmál er, at útivikan ikki skal kosta nógv annað enn sveitta.

Í fjør skipaðu fleiri kommunur fyri gongutúrum, spølum og ymiskum kappingum. Hetta skal endurtakast í ár. Í ár verður eyka fokus sett á at fáa eldri fólk út at røra seg. Bæði fólk, sum eru á stovni og fólk ið búgva heima.Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið – og ganga.

Starvsfólkini skulu eggjast at lata bilin standa.
Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum ber til at síggja hvussu virki, stovnar og kommunur skipaðu útivikuna í fjør, eins og tiltøkini í útivikuni 2010 verða dagførd, so hvørt vit fáa tey at vita.

Vit gleða okkum til summarið 2010, sum byrjar við Útivikuni!