HEIM
02.08.2016

Útikonsert í Lamba við Eiðis ljómfelag í kvøld kl 19

Útikonsert við Eiðis ljómfelag verður á fríøkinum í Lamba í kvøld kl 19. Kostnaður fyri vaksin er 50 kr og børn ókeypis. Grillin verður tendrað, og kann grillmatur keypast fyri 50 kr.  Eisini kann kaffi/te og køka keypast fyri 20 kr.
Eiðis ljómfelag fer til Gotlands í summar, og innkomni peningurin fer til ferðina.

Øll eru hjartaliga vælkomin