HEIM
01.07.2013

Útgávukensert hjá Beinir – EYKAKONSERT KL. 20.30

Stóra útgávukonsertin hjá Beinir verður hildin í Løkshøll í kvøld kl. 18.00. Og nú fyrra konsertin er útseld, og stórur eftirspurningur hevur verið eftir eykakonsert, er avgerð tikin um at hava eina konsert afturat kl. 20.30.

Møguleiki er at keypa atgongumerki til eykakonsertina á loksholl.fo og á kunningarstovuni í Runavík frá kl. 14.00 og við dyrnar frá kl. 17.00.

Nógv verður gjørt burturúr, so at konsertin verður ein stór uppliving bæði fyri børn og vaksin. Beinir fer á pallin saman við Kim Hansen, James Olsen, Jóhannes á Rógvu Joensen, Ólavi Øster, kórdreingjum og dansigentum.

Áðrenn øll hesi koma á pallin, sleppa vit at hoyra Kristinu Bærendsen og John Andersen hita upp.

Hetta er konsertin fyri øll – børn og foreldur, ommur og abbar, ung og gomul.

Kom við og hoyr sangirnar hjá Beinir um sápublørðuna, gott vinarlag, sól og summar, óskikkiligar systrar og mangt annað.

Atgongumerki á 100 krónur fáast í forsølu á loksholl.fo, á Kunningarstovuni í Runavík – og við dyrnar, men har kosta tey 120