HEIM
22.11.2010

Út við strongd inn við lívsgleði

Mánakvøldi 6. des. kl. 19.00, verður ein spennandi fyrilestur við heitinum "Út við strongd – Inn við lívsgleði" í Bygdahúsinum á Strondum.
Tað eru Skála Ítróttarfelag saman við Niclas Hera Jákupssyni, sum skipað fyri.
Kostnaður fyri tiltakið er: 250,- kr. hvønn, tó 400,- kr. fyri pør.
Íroknað prísin er kaffi og okkurt afturvið í steðginum.
Tilmelding fer fram á tlf. 525525, ella á www.fegin.fo
Tað er avmarkað atgongd, so skunda tær og bílegg pláss ?

Um fyrilesturin:
Strongd
Fyrilesturin er um Strongd, og hvussu oyðileggjandi strongd kann vera – bæði fyri ein sjálvan, fyritøkuna og samfelagið. Fólk sum hava strongd megna heldur ikki sítt arbeiði, og broyta tey atferð, sum bæði kemur til sjóndar heima og á arbeiðsplássinum. Í fyrilestrinum verður lagdur dentur á, hvat fyri tekin man eigur at vera varin við, soleiðis at man klárar at steðga á, áðrenn tað er ov seint.
Lívsgleði
LÍVSGLEÐI er nakað sum vit øll tráa eftir. Í fyrilestrinum verður komið inn á, hvat lívsgleði er, og hvussu vit kunnu fáa størri lívsgleði. Lívsgleði snýr seg í stuttum um, at kenna meiningina við lívinum, og at liva í samsvar við hesa fatan. Eingin kemur og serverar lívsgleðina á einum silvurfati fyri einum. Tað er innan úr einum sjálvum, at hendan gleði kann vaksa. Men um man virkuliga vil føla lívsgleði, so má man taka ábyrgd av sínum egna lívið, og seta sær nøkur mál, og gera nøkur val. Tað snýr seg eisini um at broyta tankagongdina spakuliga, soleiðis at man betur sær alt tað vakra og góða, sum er rundan um ein. Tí man velur, hvat man hugsar, og man blívur tað man hugsar. Í stóran mun snýr hesin fyrilestur seg um, at síggja í eyguni, at tann størsta forðingin í øllum lívinum, er eins egnu tankar.