HEIM
28.10.2010

Út við Strongd – Inn við Lívsgleði

Í samband við FARO-EXPO verður eitt upplýsandi og gevandi tiltak um Strongd og Lívsgleði í Løkshøll, hósdagin 28. oktober kl. 19.00. Tað er Niclas Heri Jákupssson sum kemur at halda báðar, sum hann undir einum hatti kallar: Út við Strongd – Inn við Lívsgleði. Tiltakið er bæði ætla privatpersónum og arbeiðsplássum
Strongd kostar
Strongd er blivin ein fólkasjúka. Nýggjar kanningar vísa, at 4. hvør persónur í Evropa, hevur merkt til strongd yvir eitt longri tíðarskeið. Tað er ymiskt hvar keldan til strongdina kemur frá, men tá eitt menniskja fær strongd, so rakar tað bæði arbeiðsplássi og familjuna. Líkamikið hvat keldan til strongd kemur frá, so er umráðandi at man ger nakað við støðuna, ÁÐRENN hetta gjørt ein trupulleiki. Í fyrilestrinum verður komi inn á hvat munurin millum positiva og negativa strongd er, hví vit fáa strongd, strongd á arbeiðsplássinum, likamlig og sálarlig tekin uppá strongd, fylgir av at liva við strongd, viðgerð av strongd, sjálvsálit og sjálvsvirðing, umframt nøkur góð ráð.
Lívsgleði smittar
Eftir ein lítlan steðg, so kemur fyrilesturin um Lívsgleði, sum Niclas Heri kallar "Born to be alive". Hetta er ein jaligur, undirhaldandi og litríkur fyrilestur, sum avgjørt er ein góður mótpolur til strongd. Í fyrilestrinum verður komi inn á hvat lívsgleði er, innaru- og uttaru virðini, um at lívið er ein gáva, hvussu vit venja okkum við broytingum, um tankar og dreymar, virðir og trúgv, mál og fokus, avbjóðingar og ótta, um at læra seg at hugsa jaligt, at njóta sansirnar og útstrálað gleði, og um at liva her og nú.
Kostnaður, tilmelding og annað
Fyrilestrarnir varða 3. tímar og er kostnaðurin einans kr. 150,- kr. persón. Tilmelding til tiltakið kann gerast við at ringja til felagið Fegin, tlf. 525 525, á telduposti fegin@fegin.fo, ella við at tekna seg á heimasíðuni www.fegin.fo