HEIM
26.03.2008

Út at skreiða við skúlanum

Í morgun skuldu skúlabørnini í Skála skúla umframt skúlatasku hava sletu við. Í skúlanum ganga 75 børn í 1. - 7. flokki, og eftir ætlan fara tey so øll saman við lærarum sínum út í bøin at skreiða eina løtu nú fyrrapartin. Skúlin hevur flestu undanfarnu ár skipað fyri einum slíkum skreiðidegi. Myndin er frá skreiðingini í fjør.