HEIM
18.06.2012

Urgu- og kórkonsert verður í Glyvra kirkju í kvøld

Urgu- og kórkonsert verður í Glyvra kirkju í kvøld kl. 20.

Jonni Dahl Hansen, ið júst hevur lokið prógv sum urguleikari, fer at spæla nøkur orgulverk á Frobenius-orglið eftir eitt nú romancu-tónaskaldinum, Mendelssohn.

Kór Glyvra kirkju, ið hesi seinnu árini hevur lagt seg eftir tí anglikansku sangtraditiónini, fer at syngja ein Dávidssálm í gomlum og reciterandi stíli og eitt Anthem eftir bretska tónaskaldinum, Thomas Attwood.

Tveir sálmar verður sungnir undir konsertini.

Eftir konsertina verður ein kaffimuður at fáa.