HEIM
18.10.2012

Uppstillingarfundur í Runavík í kvøld

Í kvøld kl. 19.30 verður almennur uppstillingarfundur til býráðsvalið í Runavíkar kommunu

Fundurin verður í kantinuni í skúlanum við Løkin. Á fundinum fer lokala sangstjørnan Kirstin Hansen at syngja og aftaná verður ein kaffimuður at fáa.

Uppstilling til býráðsval í Runavíkar kommunu er vanliga ikki partapolitisk, hóast fleiri av umboðunum uttan iva hoyra til onkran politiskan flokk. Sum heild tykist hendan skipanin at hava undirtøku í fólkinum.

Til býráðsvalið í 2008 stillaðu fólk upp á trimum listum, einum á Skála, einum í Søldarfirði og einum í bygdunum Lamba, Glyvrum, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík.

Um uppstillingin hesaferð verður skipað á sama hátt, fæst so at síggja, tá listarnir verða kunngjørdir. Sum heild tykjast valevni og veljarar at hugsa nógv um lokalu økini til valini, og tí er býráðið vanliga mannað við fólki úr flestu bygdunum í kommununi.

Stigtakararnir vóna, at fólk møta fjølment, og at tað eydnast at gera ein lista við breiðari umboðan. Sum heild er støðan í kommununi góð, men ongin ivi er um, at avbjóðingarnar eru stórar fyri framman her við landsins størsta fjørð.