HEIM
13.11.2012

Upplestur og tónleikur á Bókasavninum við Løkin

Samanlagt 88 børn og eini 20 vaksin úr fýra ymiskum barnagørðum í Runavíkar kommunu vitjaðu Bókasavnið við Løkin mánadagin 12. november.

Hetta var eitt tiltak í sambandi við norðurlendsku bókasavnsvikuna, sum verður hildin í øllum Norðurlondum frá 12. til 18. november í ár. Tey vóru boðin til eina hugnaløtu, har tey hoyrdu og sóu upplestur, tónleik og kliptu og límaðu. Hóast stutta tilmeldingarfreist, so møttu 4 av 5 barnagørðum við samanlagt 88 børnum.

Í ár bjóðaðu bókasøvnini í Norðurlondum upplestur úr bókini Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum, sum Thorbjørn Egner hevur skrivað. Yvirskipaða tema var fjølbroytni, har dýrini í Valbakkaskóginum vóru tikin fram sum dømi um, at hóast vit eru ymiskt og uppføra okkum ymiskt, so býr okkurt gott í okkum øllum.
Upplestur var nøkunlunda samstundis á eini 2000 støðum, og er hetta ivaleyst eitt óalment heimsmet.

Skúlabókavørðurin í Glyvra skúla Brynhild W. Djurhuus læs úr bókini, og Beinir Troest Rasmussen, sum m.a. er kendur frá Kular Rótum og Óvita Blues Band, sang sangir úr bókini. Haraftrat sluppu børnini eisini at hoyra sangin vov vov, og tá var sungið væl við!
At enda sluppu børnini at klippa og líma tá tey gjørdu sítt egna bókamerki. Barnagarðarnir vitjaðu í ein tíma í part frá klokkan 10 til klokkan 15.

Børn og vaksin - bæði á barnagørðunum og bókasavninum - vóru væl nøgd við tiltakið.
Og við sær heim fingu børnini ta heilsan, at tey vóru hjartaliga væl afturkomin, – eisini saman við foreldrum ella ommum og abbum í almennu upplatingartíðini, sum er gerandisdagar frá klokkan 13 – 18.