HEIM
28.02.2008

Upp í ein leyp av list til skúlanæmingar

Fyrimyndin er norsk – "den kulturelle skolesekken", sum hevur havt alstóran týdning bæði fyri listaliga virksemið í Noregi eins og norska skúlaskapin sum heild.

KSF og kommunurnar vilja við verkætlanini stuðla undir einum nýskapandi samstarvið millum listina og skúlan.

Listafólk kunnu søkja Listaleypin um stuðul til eitt verk, framsýning, konsert, sjónleik, film v.m. Ein úrvalsnevnd mannað við yrkiskønum velur listaverkini, sum fáa stuðul, og skúlarnir kunnu síðani bíleggja listaverk ókeypis. Dentur verður lagdur á at náa ymsar aldursbólkar og spjaða sýningarnar um alt landið.

Vónin er, at verkætlanin mennist, og at ein enn størri Listaleypur heldur fram eftir 2010.

Fleiri upplýsingar og faldari um tiltakið eru at finna á www.ksf.fo