HEIM
08.11.2017

Ungir tónleikarar í London

Beinir Troest Rasmussen fór mánadagin 6. november saman við 5 øðrum ungum føroyskum tónleikarum til London at luttaka í stóru, altjóða verkætlanini On Mass, sum The Roundhouse í London skipar fyri í samstarvi við Norðurlandahúsið og mentanarstovnar í India, Palestina, Brasil.

Í eina viku fara 180 ungir tónleikarar og sirkusartistar at skapa tónleik og list saman undir leiðslu av yrkislistafólki og við íblástri úr øllum londunum. Vikan endar við eini stórfingnari framførslu í The Roundhouse (sum tekur 1.700 fólk), har hesi ungu gávuríku listafólkini fara at framføra saman við heimskendu, Grammy-vinnandi sangarinnuni Angélique Kidjo. Framførslan er partur av EFG London Jazz Festival.

Framførslan verður sunnudagin 12. november kl 19.30 og kann stroymast live á heimasíðuni hjá The Roundhouse (www.roundhouse.org.uk)

Tey seks, sum verða við úr Føroyum eru: Rasmus Vigant Samuelsen, Guðrið Patursson, Annika Malunardóttir, Beinir Troest Rasmussen, Eivin Dam Simonsen og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge.

Lesið meira um tiltakið á her á heimasíðuni hjá Roundhouse