HEIM
26.10.2010

Umsjónarmaður í 28 ár

Nú hin sætta vinnustevnan í FaroExpo-røðini verður hildin í Runavík, hevur Jákup Hansen, sum hevur ítróttarhøllina undir sær, starvast sum umsjónarmaður í samfull 28 ár.

Øll árini, síðan Eysturoyar Vinnulívsfelag tók stig til vinnustevnuna FaroExpo, hevur ítróttarhøllin í Runavík verið karmur um vinnuliga partin av tiltakinum.
Uppi í FaroExpo hongur eisini ein almenn ráðstevna við fyrilestrum, sum tey fyrru árini varð hildin í Kelduni í Skálafirði. Nú Løkshøll er bygd í Runavík, er uppaftur høgligari hjá luttakarum á vinnustevnuni eisini at verða við til fyrilestrarrøðina, sum verður hildin undir sera góðum umstøðum - annað árið á rað í Løkshøll.
Almenna ráðstevnan við áhugaverdum fyrilestrarhaldarum verður seinnapartin í morgin.
Jákup Hansen, sum er umsjónarmaður í Ítróttarhøllini í Runavík, er ein av teimum, sum seinastu seks árini hevur verið við til at skapt góðu karmarnar um vinnuliga partin av FaroExpo.
Men dagliga virksemi og ymisku tiltøkini í Ítróttarhøllini eru á ongan hátt nýtt fyri hann.
Í februar komandi ár verða 28 ár, síðan Ítróttarhøllin í Runavík alment var tikin í nýtslu, men longu 1. oktober í 1983 varð hann settur í starv sum umsjónarmaður.
- Eg havi soleiðis røkt hetta starv í tilsamans 28 ár. Seinastu trý árini havi eg verið einsamallur. Áður hevði eg mann at hjálpa mær, so eg kundi hava frí annað hvørt vikuskifti.
Jákup Hansen sigur, at hansara arbeiðsdagur byrjar klokkan 14, og tað er sjáldan, at hann er leysur úr høllini fyrr enn á midnátt. Í vikuskiftinum eru sum oftast eisini tiltøk.
- Tú kanst ikki tosa um tímar, tá tú hevur eitt slíkt arbeiði, sigur ein fryntligur, vælupplagdur og væl nøgdur umsjónarmaður.

Kelda: portal.fo