HEIM
12.12.2018

Umhvørvið – Eitt lítið átak at skilja burturkast

Runavíkar kommuna hevur avgjørt, at seta skeltir upp til sundurskiljing av greinum o.ø. urtagarðsburturkasti, sum borgarar koyra burtur í skráningin við ruskplássið í Runavík.

Avgerandi at skilja burturkasið

Runavíkar kommuna er farin undir at endurnýta trø og greinar til grønu økini, tí er neyðugt at skilja trø og greinar frá øðrum lívrunnum og ikki lívrunnum burturkasti.

Fyri at kunna gagnnýta sum mest av greinunum, ferð kommunan hervið undir eitt átak at fáa borgarar at skilja greinar og annað lívrunnið burturkast.

Hetta verður gjørt soleiðis:

  • Eitt øki er sett av bara til “Trø og greinar"
  • Annað øki er merkt “Urtagarðsburturkast hoyggj – gras o.a” hetta er til annað lívrunnið burturkast.
  • Skeltini standa niðri við Fjøruveg
  • Ikki lívrunnið burturkast, sum plastikk o.a húsarhaldsburturkast skal í IRF byngjurnar inni á ruskplássinum

Vónandi vilja fólk taka væl ímóti hesum átaki og hjálpa Runavíkar kommunu og sær sjálvum, at taka atlit til umhvørvið her í økinum.

Runavíkar Kommuna